Kommunal grundstykki á sølulista

Kommunal grundstykki á sølulista
22 grundstykki í Kollafirði verða nú lýst til sølu. Tað sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðuni
Fyrstu nýggju grundstykkini í Kollafirði í umleið 30 ár verða seld í fríari sølu, tá tey, ið eru á bíðilistanum, hava fingið síni grundstykki
 
28.02.2017 - 09:00

Ein meiriluti í Fíggjarnevndini hevur mælt til at selja stykkini fyri á leið 250.000 hvørt. Ústykkjaða økið á Hamrabø í Kollafirði er til samans 12.000 fermetrar til støddar.

Verður áhugin sum frálíður stórur, ber til at leingja útstykkingina út móti Kjalnesi. Byggibúningin verður liðug um eitt ár, og ætlanin er nú at bjóða stykkini út.

Tey, ið standa á bíðilista, verða fyrst avgreidd, áðrenn stykkini verða seld í fríari sølu. Málið kemur fyri á býráðsfundi 2. mars, tað er komandi hósdag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846