Tíðin kanska farin frá tagnarskylduni

Tíðin kanska farin frá tagnarskylduni
Fíggjarmálaráðið heldur, at tað kann verða neyðugt at herða og nágreina upplýsingarskylduna hjá vinnurekandi feløgum
Kristina Háfoss er landsstýriskvinna í fíggjarmálum
 
24.07.2017 - 08:57

Tíðin er kanska farin frá herdu tagnarskylduni í skattalógini.

Tað heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum.

Bárður Larsen hevur kannað leiklutin hjá bæði Eik og TAKS í  skattamálinum.

Fíggjarmálaráðið skrivar í sínum viðmerkingum, at viðgerðin hevur sett spurnartekin við, um tíðin er farin frá herdu tagnarskylduni, sum var ásett, áðrenn vit fingu vanligar innlitsreglur og fyrisitingarlóg.

Upplýsingarskylda

Fíggjarmálaráðið heldur eisini, at tað kann verða neyðugt at herða og nágreina upplýsingarskylduna hjá vinnurekandi feløgum.

Tí hevur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sett gongd á arbeiðið at gera lógarbroytingar um hetta.

- Ítøkilig stig verða nú tikin at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg.

- TAKS fer undir at styrkja fyrisitingina, eitt nú við greiðari mannagongdum í mun til stórmál framyvir, skattalóggávan verður endurskoðað, og fútin fær eisini møguleika at taka støðu til málið, skrivar Fíggjarmálaráðið.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur seg ikki hava meira at leggja afturat málinum í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860