Fleiri pengar til kanningarstjóra

bannari
Fleiri pengar til kanningarstjóra
Løgtingsskrivstovan fær eina hálva millión krónur aftrat til kanningarstjóra næsta ár. Tað stendur á fíggjarlógini fyri 2018, sum løgtingið samtykti
 
20.12.2017 - 10:40

Løgtingið hevur fyrr samtykt at játta eina millión krónur til kanningarstjóran, sum kannar Høgna Hoydal, landsstýrismann, í málinum um at flyta veiðiloyvi, og løgmann, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkum.

Kristina Samuelsen, kanningarstjóri, kannar í løtuni málið.

Í gjár varð Høgni Hoydal avhoyrdur, og í dag verður Aksel V. Johannesen, løgmaður, avhoyrdur í málinum.

Tað er ikki greitt, hvussu nógv henda kanningin fer at kosta, men milliónin, sum tingið hevur samtykt, røkkur til í ár.

Og nú hevur tingið so samtykt at játta eina hálva millión krónur aftrat næsta ár til kanningarstjóra.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860