Nýtt barnaheim í Havn

Nýtt barnaheim í Havn
Trý lógaruppskot um bústaðir í Havn til fólk við serligum avbjóðingum eru komin í løgtingið, millum annað eitt barnaheim fyri 60 mió. kr.
 
20.12.2017 - 09:28

Trý lógaruppskot um bústaðir í Havn til fólk við serligum avbjóðingum eru komin í løgtingið.

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, hevur uppskot um at byggja eitt heim og umlættingarheim til børn og ung við autismu.

Har kunnu seks fólk búgva, og seks umlættingarpláss og dagtilboð til 15 fólk vera harumframt. Hendan byggingin skal kosta 29 milliónir. 

Barnaheim skal byggjast í Havn fyri 60 mió. kr. Tað skal hava fýra eindir, eina móttøkudeild, bú- og viðgerðareind, eftirverndareind og eina familjueind. 

Og tveir vardir bústaðir verða bygdir til fólk við menningartarni. Har kunnu búgva 36 fólk. Ætlaði kostnaðurin er 58 mió. kr.

Settar eru av 200 mió. kr. til hesar íløgur árini 2017 til 2022. Bygginevndir eru settar, og tær skulu nú gera landsstýriskvinnuni byggiskráir. 

Ætlanin er, at allar tríggjar verkætlanir eru lidnar í 2023. Tann fyrsta, sum er heimið til børn og ung við autismu, skal verða liðug í 2021.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860