Bíligari streym til hitapumpur og elbilar

Bíligari streym til hitapumpur og elbilar
Landsstýriskvinnan ger enn eina roynd at útvega SEV lógarheimild at gera mun á elprísum
Streymur til góðkendar hitapumpuskipanir skal vera upp til 50 oyru bíligari, heldur landsstýriskvinnan í orkumálum
 
08.03.2018 - 11:04

Landsstýriskvinnan í umhvørvismálum ger nú enn eina roynt at broyta elveitingarlógina, soleiðis at SEV fær heimild at differentiera el-prísirnar.

Í lógaruppskoti, sum Sirið Stenberg legði fyri løgtingið í gjár, mælir hon løgtinginum til at broyta lógina soleiðis, at SEV kann selja streym til góðkendar hitapumpur og elbilar við avsláttri. Munurin kann í mesta lagi vera 40 oyru fyri hvønn kilowatt-tíma, umframt meirvirðisgjald.

Sambært viðmerkingunum til lógaruppskoti vil broytingin merkja, at eini sethús við hitapumpu kunnu spara okkurt um 4000 krónur um árið. Og hevur húskið harumframt ein elbil, so spara tey 2000 krónur afturat.

Sambært Sirið Stenberg er endamálið við lógarbroytingini at fáa fleiri at brúka el, heldur enn olju, til at hita húsini, umframt at gera tað meira áhugavert hjá fólki at keypa sær ein elbil.

Lógarbroytingin skal eftir ætlan koma í gildi dagin eftir, at lógin er samtykt og lýst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860