Strika søluna av aliloyvum á uppboði

Strika søluna av aliloyvum á uppboði
Meirilutin í vinnunevndini mælir eitt nú til at strika heimildina at selja aliloyvi á uppboði, nú alilógin fer til aðru viðgerð í Løgtinginum
 
16.04.2018 - 09:49

Løgtingið fer í dag at hava aðru viðgerð og atkvøðugreiðslu um nógvu broytingarnar í alilógini. Við nøkrum broytingaruppskotum mælir øll Vinnunevndin løgtinginum til at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni.

Meirilutin í Vinnunevndini hjá løgtinginum, hann eigur andstøðan, mælir tó til at strika heimildina at selja aliloyvi á uppboði. Meirilutin heldur tað vera løgið, at landsstýrið ger so stóran mun á fiskivinnuni og alivinnuni. 

Aliloyvini skulu framvegis galda í 12 ár. Í fiskivinnuni kunnu loyvini vera galdandi í mesta lagi í átta ár. 

Í alivinnuni skulu verandi fyritøkur varðveita øll síni loyvi, men í fiskivinnuni eru okkurt um 30% av loyvunum tikin frá verandi feløgum og skulu seljast á uppboðssølu ella latast øðrum, sigur meirilutin í Vinnunevndini.

Meirilutiun vísir eisini á, at tey sum fiska, skulu selja ein part av fiskinum á uppboði. Tað skulu alararnir ikki.

Minnilutin, sum í Vinnunevndini er samgongan, mælir til, at fjórða hvørt ár fyri 1.november leggur landsstýrismaðurin frágreiðing fyri løgtingið um støðuna í alivinnuni, og hvørjar ætlanir eru við henni.

Fyrsta frágreiðingin verður løgd fyri Løgtingið í 2020.

Løgtingið skal hava aðalorðaskifti um hesar frágreiðingar, heldur samgongan í Vinnunevndini. 

Trý onnur mál fáa eisini aðru viðgerð sambært dagsskránni fyri tingfundin í dag kl.10.00.

Og tveir skrivligir fyrispurningar skulu svarast.

Annar er um almennu skuldina, hin er um at tryggja fólki við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra rættindi, meðan verkfall er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860