Alliansan útihýsur Svøríkidemokratunum

Alliansan útihýsur Svøríkidemokratunum
Borgarliga Alliansan er samd um, at vegurin fram til stjórnarvald er framvegis at halda Svøríkisdemokratarnar uttanfyri alla politiska ávirkan
Ebba Busch Thor er forkvinna í Kristdemokratunum
Mynd: facebook.com  
 
27.09.2018 - 10:47

- Vit fara ikki at samráðast við Svøríkidemokratarnar, sigur Ebba Busch Thor, leiðari fyri Krist-demokratarnar, við svenska blaðið Expressen.

Teir fýra flokkarnir hittust á fundi í gjár. Bara ovastu leiðslurnar í flokkunum vistu um fundin, og tað var fyri at halda fjølmiðlarnar burtur.

Fundurin vardi í ein tíma, og leiðararnir siga, at teir eru samdir um niðurstøðuna.

Tað merkir, at borgarligi blokkurin framvegis roynir at skipa stjórn - uttan stuðul frá Svøríkidemokratunum. Og tað merkir, at blokkurin kann ikki fáa meirluta.

Týsdagin mátti Stefan Løvfen leggja frá sær, eftir at meirluti í Ríksdegnum ikki hevði álit á honum. Løfven er nú leiðari fyri eini fyribilsstjórn í Svøríki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860