Tvey ár fyri at stinga mann í hálsin við saksi

15.01.2019 - 12:02
Aktuelt112
Tvey ár fyri at stinga mann í hálsin við saksi
Ein 29 ára gamal hevur fingið tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap. Tók við dóminum
Føroya rættur hevur dømt ein mann tvey ára fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.
 
 

Ein 29 ára gamal hevur fingið tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri grovan harðskap.

Maðurin, sum annars noktaði seg sekan, tók við dóminum.

Maðurin er dømdur fyri stinga ein mann, sum er føddur í 1962, tríggjar ferðir við saksi um sekstíðina sunnumorgunin 26.august í fjør.

Tann eina stungan, sum var í hálsin, var lívshóttandi, tí blóð hótti við at tippa barkan, so maðurin ikki fekk luft.

Maðurin fekk eisini tvær aðra stungur ella skeinur, aðra í ryggin.

Gamal dómur tyngir

Revsingin fyri slíka brotsgerð er vanliga hálvtannað ár, men av tí tann 29 ára gamli maðurin er dømdur fyrr í einum máli, sum hevur týdning fyri hetta málið, kravdi ákæruvaldið - og fekk eisini - tvey ár.

Føroya rættur játtaði eisini ein part av endurgjaldskravinum.

Hin parturin má avgerast við borgaraligum sakarmáli.

Hendingin var í einum sethúsum í Havn. Teir báðir menninir kennast.

29 ára gamli maðurin varð tikin stutt eftir hendingina, og hann hevur verið í varðhaldi síðani.

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. mars
Morgunlestur leygardagur 23. mars 2019
91111
Fríggjadag 22. mars
LEITISSTEIN 22.03.2019
92633
Fríggjadag 22. mars
Síðsta Skríggj 22. mars 2019
92289
Fríggjadag 22. mars
Morgunlestur fríggjadagur 22. mars 2019
91110
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mars
25 minuttir: Linda Mortansdóttir
92545
Fríggjadag 22. mars
Lyst 32
92610
Hósdag 21. mars
Ítróttarportrett: Hallur Hansson
92551