E-sigarettir betri enn plástur og tyggigummi

E-sigarettir betri enn plástur og tyggigummi
Ein nýggj kanning vísir, at tey, sum velja e-sigarettina fram um nikotinplástur og -tyggigummi, hava betri útlit til at leggja av at roykja
 
17.02.2019 - 15:54

Um tú ynskir at leggja av at roykja, er betur at velja e-sigarettina enn aðrar nikotinvørur.

Ein nýggj bretsk kanning vísir, at e-sigarettir eru effektivari enn eitt nú nikotinplástur og nikotintyggigummi. Tað skrivar Politikken.

Kanningin, sum er útgivin í The New England Journal of Medicine, vísir, at av teimum kannaðu góvust tvífalt so nógv at roykja av e-sigarettini samanborið við tey, sum valdu nikotinplástur ella nikotintyggigummi.

Eitt "men" við kanningini

- Hetta er sera positivt, tí hetta vísir, at e-sigarettin kann minka um talið á roykjarum, sigur Charlotta Pisinger, kliniskur professari í tubbaksforðan við Politiken.

Men sum við so nógvum kanningum er altíð eitt "men". Kanningin vísti eisini, at 80% av teimum, sum valdi e-sigarettina, hildu á fram at brúka hana. Og júst hetta er ein trupulleiki, tí e-sigarettir eru ikki heilt vandaleysar. Tað eru nevniliga bæði krabbameinselvandi og eitrandi evnir í e-sigarettum.

Tí mugu úrslitini av kanningini sigast at vera bæði positiv og negativ, siga serfrøðingar sambært Politiken, tí talið á roykjarum minkar, men talið á teimum, sum velja e-sigarettina, fer væntandi at hækka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098