Nýtt valstað á Argjum

bannari
Nýtt valstað á Argjum
Valstaðið á Argjum verður helst flutt. Trupult er hjá fólki í koyristóli at sleppa inn á núverðandi valstað
 
20.06.2019 - 11:11

Valstaðið á Argjum verður allarhelst flutt úr róðrarneystinum niðan í skúlan á Argjahamri. Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til málið.

Tað er sera trupult hjá illa gongdum fólki, og hjá teimum sum sita í koyristólum, at koma til valhølið í Róðrarneystinum á Argjum.

Brekkan oman til valhølið er ov brøtt til koyristólar og illa gongd fólk, trappan til valhølini er ikki nóg trygg at ganga í. Veljarar í koyriistóli, sleppa ikki inn í valklivarnar, tí teir eru ikki breiðir nokk til koyristólar.

Hesi viðurskifti mugu broytast til næsta val, antin við at bøta um verandi viðurskifti, ella flyta valstaðið í Látrið í Skúlanum á Argjahamri, sæst í skránni fyri býráðsfundin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846