Positivur fundur um Hoyvíkssáttmálan

Positivur fundur um Hoyvíkssáttmálan
Íslendski uttanríkisráðharrin er bjartskygdur um framtíðina hjá sáttmálanum
 
13.12.2019 - 10:12

Íslendski uttanríkisráðharrin, Guðlaugur Þór Þórðarson, er bjartskygdur um framtíðina hjá Hoyvíkssáttmálanum eftir fundin við Jenis av Rana, landsstýrismenn, í Keypmannahavn í gjár.  

Ráðharrin vil, sambært heimasíðuni hjá Uttanríkisráðnum, at sáttmálin heldur fram. Føroyar hava annars sagt sáttmálan upp, so hann fer úr gildi á nýggjárinum.

 >> SÍ EISINI Lagnan hjá Hoyvíkssáttmálanum avgjørd í dag

Jenis av Rana skal kunna landsstýrið og løgtingið fyrst um úrslitið av fundinum í gjár, áðrenn hann almannakunnger úrslitið.

Hann kunnar landsstýrið nú fyrrapartin. Og klokkan 14:15 er ráðførsla í Uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.

Skal uppsøgnin takast aftur, noyðist Jenis av Rana í løgtingið við lógaruppskoti, sum ógildar uppsøgnina, sum løgtingið samtykti fyri ári síðani.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098