Maður á Arctic Voyager fekk skaða

Maður á Arctic Voyager fekk skaða
Ein tyrla hjá írsku bjargingartænastuni fleyg mannin til lands
Arctic Voyager var statt eystan fyri Írland, tá ein av manningini fekk skaða
 
25.02.2020 - 09:02

Sunnudagin fekk MRCC-støðin fráboðan um, at ein av manningini á føroyska uppsjóvarskipinum, Arctic Voyager, hevði fingið skaða, - ikki álvarsligan, men at neyðugt var at fáa hann undir læknahond.

22 ára gamli maðurin hevði fingið skaða av eini tungari ketu, skrivar írski miðilin, RTE. 

Arctic Voyager lá 200 fjórðingar eystur úr Írlandii og í ringum veðri.

MRCC-støðin í Føroyum sendi boð eftir írsku sjóverjuni at koma manninum til hjálpar.

Tyrlan hjá írsku bjargingartænastuni vildi ikki flúgva so langt í ringa veðrinum, og tí sigldi Arctic Voyager  móti bjargingartyrluni, skrivar RTE.

Maðurin varð fluttur á universitetssjúkrahúsið í Cork.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098