Ætlaðu at flyta barnadeildina á Landssjúkrahúsinum

bannari
04.05.2020 - 13:07
AktueltHeilsa
Ætlaðu at flyta barnadeildina á Landssjúkrahúsinum
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum viðgongur, at hon gjørdi ov skjótt av, og tí er ætlanin slept fyribils
 

Koronudeildin hevur elvt til ósemju millum starvsfólk og leiðslu á Landssjúkrahúsinum, hóast ongin er innlagdur við koronu. 

Tað fall ikki í góða jørð hjá starvsfólkunum á Barnadeildini, at leiðslan ætlaði at flyta deildina í onnur høli fyri at gera pláss til eina koronudeild. 

"Vit eru skelkað!

Vit skriva 2020, men hetta upplivist sum ein leiðslustílur frá fornari tíð, har man sendir harraboð um at vit flyta tykkum og alt tykkara virksemi, at avgerðin er tikin og eingin sleppur til orðanna! Hetta er okkara uppliving av støðuni, og er ógvuliga margháttligt í 2020!"

Soleiðis byrjar eitt skriv, ið sjúkrarøktarfrøðingarnir á Barnadeildini á Landssjúkrahúsinum hava sent leiðsluni, aftaná at leiðslan í síðstu viku boðaði frá, at avgjørt er at flyta deildina frá B5 til B7. Orsøkin er, at hølini skulu brúkast til eina koronudeild.

Ein avgerð ,sum hevur við sær, at barnadeildin minkar úr sjey seingjaplássum niður í fýra, og flytur úr hølum, ið eru innrættað til tørvin hjá børnum og ungum. 

Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, vil ikki gera samrøðu um málið, men í skrivligari fráboðan upplýsir hann, at flytingin er fyribils steðgað. Hann ásannar, at leiðslan hevur gjørt ov skjótt av:

"Nú tamarhald tykist verða á smittuni, verður arbeitt við at endurskoða tilbúgvingina, og ein partur av hesum er at tillaga koronadeildina sambært tí tørvi, sum er í dag.

Arbeitt hevur verið við ymsum loysnum og kanska hava vit verið ov brá, tá vit meldaðu eina loysn út. Tað er tí umráðandi at undirstrika, at tilgongdin er ikki liðug enn. Leiðsla og starvsfólk arbeiða í løtuni við at finna eina loysn saman."

Tað var hósmorgunin í farnu viku, at starvsfólkini fingu skrivligu boðini um, at deildin fyrilbils skal flytast fyri at gera pláss fyri koronusjúklingum. Hetta varð gjørt, hóast deildarleiðslan mótmælti avgerðini. 

Og tað var deildarleiðslan ikki einsamøll um, tí í skrivinum gera starvsfólkini eisini greitt, at tey á ongan hátt kunnu góðtaka ætlaðu flytingina. 

"Hendan ætlan er óforsvarlig og er als ikki eitt tíðarhóskandi tilboð til okkara børn og ungu í Føroyum í 2020! Um stjórnin útførir hesa ætlan, so síggja vit okkum noyddar at frásiga alla fakliga ábyrgd." 

Kringvarpið hevur roynt at fáa eina viðmerking frá starvsfólkunum á Barnadeildini um skrivið, og hvat tað merkir, at tey frásiga sær alla fakliga ábyrgd, men tey vilja ikki at gera viðmerkingar til skrivið. 

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Andakt við Emil Olsen, presti
109624
Mánadag 1. juni
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
109572
Sunnudag 31. mai
Andakt við Emil Olsen, presti
109555
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Glyvra kirkju.
109558