Tvey broytingaruppskot

Tvey broytingaruppskot
Tvey broytingaruppskot komu, tá triðja viðgerð var í tinginum um broytingarnar í lógini um sjófeingi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.06.2020 - 13:03

Annað uppskotið var frá Tjóðveldi. Hetta er sama uppskot, sum formaður floksins, Høgni Hoydal, hevði til aðru viðgerð. Mælt verður til at strika allar 23 broytingar uttan tvær.

Onnur broytingin krevur, at fiskaður fiskur verður seldur á góðkendari uppboðssølu. Hin er um, at royndarloyvi kunnu latast í fimm ár heldur enn trý ár.

Uppskotið hjá Høgna Hoydal fall, tá onnur viðgerð var. Tað fekk 12 atkvøður. 15 atkvøddu ímóti.

200 fleiri fiskidagar

Hitt broytingaruppskotið er frá Henriki Old, Bjarna Hammer, Djóna Nolsøe Joensen og Heðini Mortensen í Javnaðarflokkinum.

Teir skjóta upp at geva línubátum, sum eru millum 50 og 110 tons 200 fleiri fiskidagar.

Í uppskotinum hjá landsstýrinum eru 2.425 dagar. Uppskotið hjá javnaðarmonnunum er 2.625 dagar til bólk 4.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860