Skeinkistøð kannað: Einki at finnast at

Skeinkistøð kannað: Einki at finnast at
Løgreglan hevur í nátt kannað skeinkistøð ymsastaðni í Føroyum
Løgreglan kannaði í nátt skeinkistøð í Eysturoynni og Suðuroynni
 
19.07.2020 - 09:38

Einki var at finnast at, tá løgreglan í nátt gjørdi eftirlit á skeinkistøðum ymsastaðni í landinum.

Løgreglan hevur í nátt kannað skeinkistøð í Klaksvík, Runavík, Fuglafirði og á Tvøroyri, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.

Kannað varð, hvussu nógv fólk vóru á teimum ymisku skeinkistøðunum, og løgreglan minti eisini gestirnar á, at halda neyðuga frástøðu.

55 bilar steðgaðir í Eysturoynni

Øll skeinkistøðini, sum vórðu kannað í nátt, hildu ásetingina um afturlating, og klokkan 2:45 høvdu øll tey kannaðu skeinkistøðini latið aftur.

Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar í einum ferðsluátaki í Syðrugøtu frá klokkan hálvgum eitt til hálvgum tvey í nátt.

Tilsamans 55 bilar vórðu steðgaðir. Eingin bilførari varð ákærdur fyri at koyra ávirkaður í Syðrugøtu, og heldur ikki aðrastaðni í landinum, sigur vakthavandi á politistøðini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012