Kanna eldáseting í Lítlaskógi

Kanna eldáseting í Lítlaskógi
Fest er í fleiri staðni inni í dagstovninum i eysturbýnum í Havn
 
30.07.2020 - 08:58

Løgreglan kannar eitt mál um eldáseting á dagstovninum Lítlaskógi í eysturbýnum í Havn. 

Beint fyri klokkan tvey í nátt fór eldávaringin í dagsstovninum í gongd.

Politiið og sløkkiliðið fóru á staðið. 

Ein rútur er brotin, og fest er í fleiri staðni inni í dagsstovninum. Eldurin varð sløktur, áðrenn hann breiddi seg.

Málið verður nú kannað. Politiið hevur tryggjað spor á staðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012