Sjúklingar og avvarðandi skulu kannast

bannari
Sjúklingar og avvarðandi skulu kannast
Skipanin kemur í gildi 1. august
Nú skulu bæði sjúklingar og avvarðandi kannast fyri koronu, áðrenn tey koma á Sjúklingahotellið í Keypmannahavn
 
30.07.2020 - 14:36

Frá1. august skulu sjúklingar og avvarðandi, sum skulu á Sjúklingahotellið Tórshavn í Keypmannahavn, kannast fyri koronu, áðrenn farið verður úr Føroyum.

Sama er galdandi fyri tey, har útlendska sjúkrahúsið krevur poting, áðrenn komið verður.

Tað boðar Landssjúkrahúsið frá í dag. 

Uttanlandstænastan á Landssjúkrahúsinum samskipar og setir seg í samband við tey, sum ikki eru bókað at verða potað.

Tey fáa svar frá einum av teimum trimum sjúkrahúsunum, áðrenn farið verður av landinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098