Koronugjaldið í tinginum í dag

Koronugjaldið í tinginum í dag
Ferðafólk, sum koma til landið, skulu gjalda 312 krónur fyri at verða kannað fyri koronu
Ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu nú sjálvi gjalda fyri koronukanningina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.09.2020 - 08:57

Løgtingið fer í dag at viðgera uppskotið, um at ferðafólk, sum koma til Føroya, skulu gjalda fyri koronukanningarnar.

Gjaldið er 312 kr.

Sambært uppskotinum skulu flutningsfyritøkur ella umboð teirra krevja gjaldið inn, og tey fáa eisini heimild at krevja ómaksgjald afturfyri.

Skotið verður upp, at lógin kemur í gildi 1.oktober og fer úr gildi aftur 1.januar 2021.

Tingið skal eisini viðgera uppskotið um ókeypis sálarfrøðiliga viðgerð til fólk millum 15 og 35 ár, sum hava angist ella lætt til moderat tunglyndi

Tingfundurin í dag er klokkan 11.00.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860