Grønland og Bretland eisini gjørt rammuavtalu

Grønland og Bretland eisini gjørt rammuavtalu
Grønland selur bæði tosk og rækju til bretska marknaðin
Jens Immanuelsen er landsstýrismaður í fiskivinnumálum í Grønlandi
 
16.11.2020 - 09:43

Tá bretar fara úr ES, skulu Bretland og Grønland tosa saman um fiskivinnusamstarv í framtíðini. Tað hava londini gjørt avtalu um, skrivar Sermitsiaq.

- Avtalan, sum er undirskrivað, er fyrsta stigið ímóti tøttum samstarvi millum Grønland og Bretland, sigur grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jens Immanuelsen.

Avtalan ásetur ikki nøkur ávís mál, sum samstarvast skal um, men er ein rammuavtala millum partarnar, sigur landsstýrismaðurin.

Føroyar og Bretland skrivaðu undir eina líknandi avtalu herfyri, og so skulu samráðingar í desember áseta, hvat avtalan skal fevna um.

Samstarv við grannalondini

- So hvørt sum Bretland fær ræðið á sínum sjóøki aftur, fara vit at samstarva við grannalondini norðanfyri, ið kann menna bretsku fiskivinnuna, sigur Victoria Prentis. Hon skrivaði undir avtaluna við Grønland fyri bretsku stjórnina.

Grønlendska landsstýrið hevur leingi arbeitt við eini ætlan um at fáa samstarv í lag við Bretland, tí Grønland selur bæði tosk og rækju til bretska marknaðin.

Eftir avtaluni skulu londini á hvørjum ári gera avtalur um samstarv, tá brexit er veruleiki, skrivar Sermitsiaq.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860