Vilja koppsetast alt fyri eitt

bannari
Vilja koppsetast alt fyri eitt
Ein kanning, sum Heilsumálaráðið hevur latið gera, vísir, at 84 prosent av teimum spurdu vilja lata seg koppseta fyri koronu
84 prosent av teimum spurdu vilja lata seg koppseta, vísir kanningin hjá Heilsumálaráðnum
 
21.01.2021 - 09:29

Nógv tey flestu vilja koppsetast fyri koronu alt fyri eitt, fáa tey møguleikan. Nøkur vilja bíða, men bara ein lítil partur sigur nei.

Tað vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Heilsamálaráðið. Fólk, sum eru 18 ár ella eldri, eru spurd.

Sløk 67 prosent siga, at tey vilja koppsetast alt fyri eitt, tey fáa tilboðið.

14 prosent vilja bíða

Stívliga 14 prosent við bíða eitt sindur. Trý prosent teirra, sum blivu spurd, eru longu koppsett.

Samanumtikið vilja 84 prosent av teimum spurdu lata seg koppseta fyri koronu, sigur kanningin.

Bara seks prosent søgdu nei, og 10 prosent vistu ikki. Serliga tey ungu ivast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098