O, móðurlandið!: Nýggj sendirøð í sjónvarpinum

O, móðurlandið!: Nýggj sendirøð í sjónvarpinum
Í nýggjari sendirøð um Føroyar verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum.
 
07.03.2023 - 15:13

Hóskvøldið eftir Dag og viku byrjar nýggj sendirøð í sjónvarpinum, sum ber heitið "O, móðurlandið".

Ein sendirøð, har ljós verður varpað á støðu okkara í danska ríkinum.

 

To be or not to be

Vit fata okkum sum egin, ikki donsk - og tó. Vit eru bæði - ella kanska hvørki? Vit ráða okkum sjálvum, men kortini ikki heilt.  

Búskaparliga hevur framburðurin síðan aldamótið verið so stórur, at Føroyar teljast millum ríkastu samfeløgini í heiminum í dag.  

Kortini tykist spurningurin um at ráða sær sjálvum ikki so viðkomandi longur, og spurningurin hevur ikki verið frammi sum eitt nevnivert tema á seinastu løgtingsvalunum.

Tvørturímóti er fatanin av okkum sjálvum sum samrunnin minniluti í danska eindarríkinum kanska sterkari nú enn fyrr. 

 

O, móðurlandið

Seks partar eru í alt í nýggju sendirøðini, ið ber heitið "O, móðurlandið".  Farið verður víða um í einari breiðari lýsing av evninum.

Nýggjar samrøður eru gjørdar við fleiri enn fjøruti fólk, hartil er fitt av eldri tilfari útvegað bæði úr føroyskum og donskum søvnum.

Í fyrsta partinum verður kjølurin strektur frá landnámi til fólkaatkvøðuna í 1946.

Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam leggja til rættis. Tríggir partar verða sendir fyri páskir, og hinir tríggir eftir páskir.

Í videobrotinum niðanfyri kanst tú síggja brellbita um fyrsta partin, sum verður í sjónvarpinum hóskvøldið eftir Dag og viku.  

REY03914

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958