Fosturtøka í tinginum í dag og í morgin

Fosturtøka í tinginum í dag og í morgin
Í dag er uppskotið hjá Miðflokkinum um at verja ófødda barnið á skránni
Løgtingið hevur tvey uppskot um fosturtøku. 42 fosturtøkur vóru í Føroyum í fjør.
Mynd: Savn  
 
21.03.2024 - 06:37

Tingfólk fara at viðgera fosturtøku í dag og í morgin.

Í dag er uppskotið hjá Miðflokkinum um at verja ófødda barnið á skránni.

Og í morgin kemur uppskotið hjá Bjarna Kárasyni Petersen, landsstýrismanni, um fosturtøkulóg.

Miðflokkurin sigur, at í Føroyum eru 30 fosturtøkur um árið.

Tað eru 30 ov nógvar, sigur flokkurin.

Eingin hevur rætt at taka sær vald at avgera, hvør skal sleppa at liva, hvørki í Føroyum  ella aðrastaðni, sigur Miðflokkurin. 

Ferðslulóg

Millum nógvu uppskotini á tingfundinum í dag eru broytingar í ferðslulógini.

Dennis Holm, landsstýrismaður, eigur uppskotið.

Uppskot er um, at sektin hækkar fyri at brúka handhildna telefon ella annað handhildið samskiftistól, meðan koyrt verður, og tað skal geva klipp í koyrikortið.

Og nú skulu rúsevni koma aftrat rúsdrekka í ferðslulógina, tá ræður um revsingina at missa koyrikortið treytaleyst.

Og tað verður forboðið, sambært uppskotinum, at brúka lítil motordrivin akfør, sum til dømis rennihjól, á økjum, sum ferðslulógin umfatar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098