Ritstuldurgøla: Norski heilsumálaráðharrin fer frá

Ritstuldurgøla: Norski heilsumálaráðharrin fer frá
Ingvild Kjerkol er farin frá sum heilsumálaráðharri, eftir at tað er staðfest, at talan hevur verið um ritstuldur, tá hon skrivaði masterritgerð sína við Nord Universitet
 
12.04.2024 - 12:20

Ingvild Kjerkol fór í dag frá sum norskur heilsumálaráðharri.

Hóskvøldið kom fram, at nevndin fyri lestrarmál á Nord Universitetinum var komin til niðurstøðu í kanningini um masterritgerðina hjá Kjerkol, sum í januar kom undir illgruna fyri ritstuldur - plagiat. Og avgerðin var greið: talan var um viljaðan ritstuldur. 

- Ritstuldur í tí vavi, sum talan er um her, kann ikki koma fyri, uttan so at rithøvundurin er vitandi um tað. Hóast tað kann vera lætt at missa yvirlitið yvir ávístu keldunum, kann tað ikki henda óvilja í so nógvum førum, segði nevndin, sum eftirkannaði uppgávuna. Tað skrivar heimasíðan VG.

 

Og henda avgerðin gjørdi, at Jonas Gahr Støre í dag misti áliti á Kjerkol.

Á tíðindafundi í morgun, segði hann, at er torført at útinna embætisuppgávurnar og hava ábyrgd av eitt nú øllum heilsu- og granskingargeiranum, tá álitið ikki er til staðar. 

Ingvild Kjervold er næsti ráðharrin í stjórnini hjá Støre, sum má leggja frá sær vegna ritstuldur í einari masteruppgávu.

Í januar mátti granskingar- og útbúgvingarmálaráðharrin eisini leggja frá sær av somu orsøk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. mai
Bolero - Hvítusunna
175301
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (2:2)
175262
Sunnudag 19. mai
Kórstevnan 2024 (1:2)
175261
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 19. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
175297
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216