Leys størv

Leys størv

 

Tvey hálvtíðarstørv í SavnsGulli

Verkætlanin ”SavnsGull”

SavnsGull er ein bjargingarætlan, har skjøl og bond í Kringvarpssavninum skulu talgildast og gerast atkomandi fyri almenningin.

Arbeiðsuppgávur

  • Viðgera pappírsskjøl og skrivligt tilfar
  • Skráseta
  • Annað fyrifallandi arbeiði

Førleikar

Vit vænta, at tú:

  • hevur góðan kunnleika til føroyskt skriftmál
  • hevur arbeitt við teldum
  • er fús/ur at taka við læru
  • hevur arbeitt í toymi
  • dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • setur góðsku høgt
  • hevur bindindi at sita og arbeiða við eintáttaðum arbeiði

Vit bjóða

  • eitt starv, har tú er partur av einari verkætlan, ið varðveitir føroyska søgu
  • góðar arbeiðsfelagar og arbeiðsumstøður

Setanarviðurskifti:

Størvini verða sett 1. januar, eftir sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið, lønarflokkur II.

Arbeiðstíðin verður 4 tímar um dagin. Arbeiðstíðin, í tí eina starvinum, verður frá 8:00 – 12:00, og í hinum starvinum verður arbeitt frá 12:00 – 16:00. Um serlig ynski eru til arbeiðstíðirnar, skal hetta standa í umsóknini. Arbeiðsstað er í hølunum hjá Kringvarpinum.

Send umsókn við avritum av prógvum, CV og viðkomandi skjølum í teldubrævi til mass@kvf.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 1. desember 2017.

Tú kanst kunna teg um verkætlanina SavnsGull á kvf.fo/savnsgull og facebook.com/savnsgull. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mass Hoydal, verkætlanarleiðara, tlf. +298 296536, teldupost: mass@kvf.fo