Keyp útvarpssendingar

Keyp útvarpssendingar

Prísir galdandi fyri keyp av tilfari til privat brúk
Prísir galdandi fyri tey, sum sjálvi hava verið partur í eini sending ella í einum broti (tað verið seg privatpersónar og teirra næstu avvarandi, fyritøkur ella stovnar), og prísir fyri undirvísingarstovnar (fólkaskúli, framhaldsdeild, miðnámsskúlar) og lesandi:

• Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min.: 200 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min.: 350 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min.: 500 kr.

Fyri hvørt serskilt brot, part ella sending í somu røð eyka – verða lagdar 150 kr. aftrat. Prísirnir eru við MVG.

Gev gætur Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til § 34 og § 12 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki-vinnulig, innanhýsis, privat endamál.

Prísir galdandi fyri stovnar og fyritøkur
Prísir galdandi fyri stovnar og fyritøkur, sum IKKI sjálvi hava verið partur av eini sending ella einum broti, sum biðið verður um:

• Brot, partar, sendingar styttri enn 30 min.: 400 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 30 min. upp til 60 min.: 650 kr.
• Brot, partar, sendingar longri enn 60 min. upp til 90 min.: 850 kr.

Fyri hvørjar 60 minuttir eyka – ella fyri hvørt serskilt brot ella sending í somu røð eyka – verða lagdar 250 kr. aftrat. Prísirnir eru við MVG.

Gev gætur Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til § 12 í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki-vinnulig, privat endamál.

Prísir fyri útvarpstilfar til handilsligt og annað alment brúk
Tá útvarpstilfar verður keypt at brúka til handilsligt endamál, til almenna framførslu t.d. á framsýningum, til brúk á internetinum, til goldið skeiðs-, undirvísingar- ella kunningarbrúk osfr., eru serligir prísir galdandi, sum kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum. Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar.

Gev gætur Ikki alt útvarpstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál. Víst verður til § 1og § 2 í lóg um upphavsrætt.Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki.

Tí kann eykakostnaður fyri gjald til rættindahavarar koma afturat. Rættindahavarar eru vanliga tey, sum hava gjørt og framleitt tilfarið, men kann eisini vera Kringvarp Føroya sjálvt, um Kringvarpið við avtalu hevur yvirtikið rættindini. Tað áleggur tygum at tryggja, at tygum hava fingið øll neyðug rættindi til vega.

Samband
Setið tygum vinarliga í samband við útvarpssavnsvørð Barbaru Ólavsdóttir á teldupostinum of.fvk@ob við fyrispurningum um møguleikar, prísir og treytir fyri sølu av útvarpssendingum og -brotum til aðra nýtslu enn privat.