- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hússj: Tvær vinkur innan 24 tímar
Hússj: Tvær vinkur innan 24 tímar
Hvat hendir, um tú skorar tvær vinkonur sama kvøld... og tær finna útav tí? 18 ára gamli Magnus (dulnevni, red.) hevur sent okkum eitt summarminni frá einari av hansara minni stoltu (ella?) løtum í summar.
14.08.2013 - 20:00
Túrurin varð goldin, og vit vóru spentir at fara. Tað skuldi bara skorast. Vit høvdu planlagt hendan túrin í longri tíð, og tað skuldi bara verða tað besta summarið nakrantíð.
Komnir til landið, sá alt longu lovandi út. Vit vóru peppaðir, har vóru flottar damur allastaðni, veðrið var gott, og sólin skein. Shades og wife beater, og angin av Strawberry Daiquiri og lalladjús ferðaðist í luftini.
Vit vóru tríggir vinmenn, tríggir føroyingar, ið vóru farnir saman til Costa Del Sol. Lívið var fantastiskt, og vit gingu fullir og skeivir í býnum hvørt kvøld.
Tað var eitt hóskvøld, ein spanióli, vit høvdu møtt har, vísti okkum nakrar danskar gentur, sum hann hevði møtt, og vit funnu væl útav tí saman við teimum. Eg tosaði serliga nógv við eina, og vit vóru skjótt í einari deiligari friendzone. Áðrenn eg visti av, vóru vit á kamarinum hjá mær á hotellinum. Vit tosaðu saman leingi um alt møguligt djúpt og týdningarmikið. Meðan vit tosaðu, sótu vit á mínari song, og eg sá slett ikki, at á songini yvirav okkum lá mín vinmaður og svav. Eg og gentan byrjaðu at fríggja, eg byrjaði at fingra henni, og hon gav mær eisini blowjob. Vit byrjaðu spakuliga at mogga, men hendan hevði bara gjørt tað einaferð áður, so hon fekk ordiliga ilt, og tað var ringt at fáa hann ígjøgnum. Knappliga síggi eg bara vinmannin hjá mær, og eg byrji at flenna. Hann lá bara har skítforvirraður, royndi at venda sær á síðuna, so at hann ikki sá okkum. Eg og gentan skundaðu at lata okkum í. Hon hevði eisini ov ilt at halda fram, og eg fór aftur í býin. Kvøldið var ikki meira enn byrjað.
Eg ringdi til vinmenninar, og teir vóru enn á sama dansistaði, so eg fór at møta teimum. Eg drakk meir, og áðrenn eg visti av, stóð eg og fríggjaði við einari gentu mitt á dansigólvinum. Hon búði á sama hotelli sum eg, og vit fóru í hennara kamar at mogga. Eg tímdi ikki at útseta vinmannin hjá mær fyri meira í nátt. Vit høvdu sjúkan hug á hvørjum øðrum, og vit fóru beint yvir til songina. Tað gekk ikki leingi, fyrr enn klæðini lógu á gólvinum, og at eg var inni í henni. Har var einki forspæl, og vit bara moggaðu. Vit verða knappliga avbrotin, tí tað bankar á hurðina. Vit royna at lata sum einki og mogga víðari, men so koma tey inn, sum bankaðu á hurðina. Roomies hjá gentuni. Eg skundi mær at koyra lakið rundan um meg, og tá eg hyggi upp, kenni eg eina av gentunum aftur.
Tað, sum eg lærdi av hesum var: Aldrin vera saman við tveimum vinkonum... sama kvøld.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |