Hvussu er at vera smølfur?

Hvussu er at vera smølfur?
Í Studentskúlanum í Hoydølum er ein siðvenja, ið næmingar helst ikki vilja sleppa. Hendan siðvenja snýr seg í stuttum um at geva 1. árs næmingum (smølfunum) eina serliga vælkomu tað fyrstu vikuna. Röddin hevur fingið orðið á 17 ára gamla John í Innistovu og spurt hann, hvussu hann hevur upplivað hesa vikuna í Hoydølum.
26.08.2013 - 08:00

 

Rannvá Egholm
rannva@roddin.fo

 

2. og 3. árs næmingar í Hoydølum dáma væl at seta sín dám á fyrstu vikuna hjá 1. árs næmingum. Hetta gera teir við at kasta vatnballónir, sproyta við vatnið og í heila tikið bara stoyta vatn á 1. árs næmingarnar, ið eisini verða nevndir smølfar. Hetta er ein gomul siðvenja, og at næmingarnir kunnu vænta sær hesa vælkomu, er eingin loyna.

 

- Nakrir av teimum eldru næmingunum hava sproytað eitt sindur av vatni á fólk, men tað hoyrir jú til. Tað er ein siðvenja í Hoydølum, og tað er gott við nøkrum siðvenjum. Tað ger ikki tað, at mann følir seg minni vælkomnan, og teir eldri næmingarnir, ið eg havi kent frammanundan, hava ikki viðfarið meg øðrvísi enn áðrenn. Tað verður ikki gjørt mismunur á smølfum og teimum eldru næmingunum, sigur 17 ára gamli John í Innistovu, ið gongur á fyrsta ári í Hoydølum.

 

Hósdagin hevði Studentaskúlin í Hoydølum skipa fyri einum degi fyri øllum 1. árs næmingum, og teir skuldu seta tjald upp og yvirnátta á skúlanum. Um ellivutíðina komu eldru miðnámsskúlanæmingarnir oman á økið, kastaðu við vatnballónum og sproytaðu næmingarnar við vatni. Eldru næmingarnir steðgaðu ikki við at leypa á fyrr enn seint út á náttina. Vatnið varð eisini skift út við ketjup, og nøkur tjøld vórðu sproytað við ketjup. Tað endaði við, at næmingarnir fóru inn í skúla at sova. Henda hendingin hósnáttina vakti síðan stóran ans ímillum fólk, og nógv hevur verið prátað aftur og fram.

 

- Eg haldi, at tað var eitt spennadi og stuttligt kvøld, har adrenalinið fór heilt upp. Eg skilji ikki ordiliga hví, at lærarar og onnur føla seg so rakt av hesari hending. Miðlarnir skriva, at vit 1. árs næmingar máttu flýggja inn í skúlan fyri at sleppa undan hesum, men tað minnist eg einki til. Sjálvandi hevur tað verður keðiligt hjá summum at verða dýggjað og at fáa ketjup á ognirnar, men tað kann alt vaskast. Eg skilji eiheldur, at eldru næmingarnir vórðu hóttir við at verða burturvístir. Ein ávaring hevði verið í lagi, men ikki burturvísing. Eg helt ikki, at kvøldið var serliga ógvusligt - tað var festligt, sigur John frá.

 

Spurdur, hvussu honum annars dámar at vera í Hoydølum, letur John bara væl at.

 

- Mær dámar væl umstøðurnar í Hoydølum. Har er gott pláss, góð kantina, og eg føldi meg beinanvegin vælkomnan. Høvuðsbygningurin er rímiliga gamal, skúlastovurnar lukta illa og vesini eru maksað til, men annars haldi eg, at umstøðurnar eru fantastiskar, sigur John.

 

- Vit hava ikki havt so nógva undirvísing enn, og lærararnir hava fyri tað mesta greitt okkum frá um skúlan og reglurnar. Vit hava tó havt eitt sindur av undirvísing, og at støðið er hægri enn í fólkaskúlanum, merkir mann beinanvegin. Tú mást fylgja betur við, og lærararnir duga eisini betur at greiða frá. Allir lærararnir eru ikki líka góðir, men tað er meira smag og behag. Eg eri væl nøgdur!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.