Bárður Hentze: Hjúnaband – eitt persónligt mál

Bárður Hentze: Hjúnaband – eitt persónligt mál
"Verið við til at skapa javnar og somu karmar fyri øll – eisini tey, sum hava eina aðra definitión av kærleika enn tit sjálvi!" 18 ára gamli Bárður Hentze gongur í 3. s í Hoydølum og hugleiðir um hjúnabandslógina.
29.08.2013 - 12:15

Tekstur: Bárður Hentze 

info@roddin.fo

 

Hvat kærleiki merkir, kann vera ymiskt fyri hvønn einstakan. Vit hava ikki øll somu fatan av hesum stóra fyribrigdinum, og tí er tað ikki upp til nakran annan enn ein sjálvan, at definera hvørja merking kærleiki hevur. Tí áttu øll sløg av kærleika at verið góðtikin, so leingi tey ikki eru skaðilig fyri sítt umhvørvi. Átrúnaðarlig, persónlig og politisk tilknýti skulu tí koyrast til síðis, og vit áttu at sett hjúnabandslógina á dagsskránna og kempa fyri hesari ynsktu framtíðarmynd!


Og nú hendir okkurt umsíðir; nakrir av okkara ”topmodernaðu” løgtingslimum eru vorðnir samdir um at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal loyva samkyndum at giftast borgarliga – men tað er als ikki nóg mikið! 

 

Hjúnalag millum samkynd, bigamisk, polygamisk o.s.fr. eigur at verða javnsett við hinskynt hjúnalag. Staturin skal eittans stilla eitt krav til viðtøku av einum og hvørjum hjúnabandi: at tað er millum tvey ella fleiri játtandi vaksin fólk. Hesi hjúnabondini eiga ikki bara at verða loyvd á almennum stovnum sum í býráðnum og í fólkakirkjuni – men eisini á øðrum stovnum, ið ikki hoyra til tað almenna sum samkomur og stovnar uttan tilknýti til nakran. Tó ynski eg ikki, at privatir stovnar skulu noyðast at víga samkyndum, bigamistiskum og polygamistiskum bólkum, men tað eigur at vera lógarkrav, at hesi kunnu blíva vígd á øllum almennum stovnum. Hesir stovnar eru jú fyri alt fólkið – ikki bara  fyri tey hinskyndu. Um mann ikki ynskir, at fólkakirkjan skal verða noydd at fremja hesar vígslur, so eigur fólkakirkjan at verða privatiserað.

 

Fríur kærleiki ger ikki heimin til eitt verri stað. Hann verður beinleiðis til júst tað mótsetta; nógv betri. Øll fáa somu rættindi at gifta seg við tí, tey elska. Hetta hevði samstundis verið ein stórur sigur fyri javnstøðuna. Við at loyva aðrar, nýggjar hjúnabandsformar verða tøgnin og neiligi hugburðurin um øðrvísi lívsstílar eisini heilt ella partvíst brotin. Hetta hevði gagnað nógvum av teimum annars yvirsæddu menniskjunum, sum samfelagið higartil ikki hevur kunnað rúmað. Ein møgulig broyting hevði eisini gagnað ímyndini hjá Føroyum sum tjóð, tí Føroyar kunnu verða kendar sum samfelagið við mest tolsemi og fjølbroytni í heiminum.

 

Tað einasta, ið forðar hesu ynsktu framtíðarmynd, eru vit sjálvi! 

 

Teir konservativu mótstandararnir av einari broyting í hjúnabandslógini koma ofta við argumentum sum: ”tað er ímóti Guds ynski og lóg”, ”tað er ónatúrligt, eingin kann elska fleiri persónar í senn” ella ”eitt tílíkt samband kann ongantíð rigga”. Men skulu Guð ella piparsligar viðmerkingar avgera, hvat kærleiki er fyri tann einstaka? - Nei, vit hava hóast alt trúar- og persónligt frælsi. Eisini eru óteljandi monogamistisk og samkynd sambond, ið ikki rigga, men hesi forhold sær mann ikki sum ólóglig ella á annan hátt óvanlig.

 

Tí er mín áheitan til tykkum øll: hyggið burtur frá tilknýti til religiøs, persónlig og politisk viðurskifti og verið við til at seta málið á dagsskránna og á kjakborðið. Verið við til at skapa javnar og somu karmar fyri øll – eisini tey, sum hava eina aðra definitión av kærleika enn tit sjálvi!

 

Monogami: Hjúnaband ímillum tveir persónar – hinskynd/tvíkynd/samkynd.


Bigami: Tað at hava tveir hjúnarfelagar.


Polygami: Hjúnarband ímillum fleiri enn tvey fólk.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.