- Eg valdi at goyma gávuna til seinni

- Eg valdi at goyma gávuna til seinni
Júst liðug við skúlan, arbeiðsleys, í skuld, í einum skinklandi parlagi og við barn. Heilt sikkurt ikki tann feitasta støðan fyri eina 20 ára gamla gentu, sum hevði stórar dreymar fyri framtíðina, og sum brádliga sá alt rapla niður rundan um seg.
24.09.2013 - 20:00

 

Dulnevndur bloggari

info@roddin.fo

 

Túsund tankar ferðast gjøgnum høvdið, tí hvat er tað rætta at gera í einari støðu, ein aldri hevur kent í áður? Eg hevði altíð átt pengar, altíð gingið í skúla, altíð havt eitt gott parlag og ongantíð verið við barn. Alt var nýtt og øðrvísi, og eg kendi meg sum mest miseydnaða persón í verðini. Eg hevði svikið øll, sum trúðu uppá, at eg skuldi víðari út í verðina at útbúgva meg og fáa eitt feitt starv.

 

Eg havi altíð verið ein ótrúliga skynsamur persónur, ið ikki tekur nakra avgerð uttan at greina hana út í æsir fyrst. Hvørjir fyrimunir vóru við einum barni? Hvørjir vansar vóru? Hvussu skuldi eg forsyrgja tí? Hvat vildi pápin hjá barninum?

 

Eg var møguliga í tí serligu støðu, at eg hevði longu tikið avgerðina, áðrenn eg gjørdist við barn. Tá ein er við barn er alt so kensluborið, at ein ikki fær hugsað klárt. Tí hevði eg tann fyrimun, at eg longu frammanundan hevði avgjørt, at um eg gjørdist við barn beint tá, vildi eg ikki hava tað. Tað kann tykjast kensluleyst fyri summi, at ein tekur støðu til eina so stóra avgerð, áðrenn hon er aktuell, men fyri meg var hetta ein kærleiksgerð. Ein kærleiksgerð móti tí barni, sum eg einaferð velji at fáa, tí eg vil kenna meg klára at geva mínum barni alt – og tað gjørdi eg ikki, tá eg valdi at fáa fosturtøku.

 

 

At siga, at eg tók eina kalda avgerð, er skeivt. Eg føldi kærleika til fostrið, og tá eg var í skannaranum fyri at gera klárt til fosturtøkuna, og eg sá hetta lítla lívið inni í mær. MÍTT barn. Eitt menniskja skapt av mær, til mín at verja. Men samstundis hevði eg so nógvan kærleika til mítt veruliga framtíðar barn, at eg valdi hetta frá, tí eg valdi tað veruliga barnið framum. Eg vardi lagnuna hjá mínum fostri, tí tað hevði fingið eina mammu, ið var í daprastu støðuni nakrantíð. Eg vardi mítt veruliga framtíðarbarn frá einari mammu, ið ikki hevði livað hennara dreymar, og møguliga var beisk av hesum. Eg og táverandi sjeikurin eru heldur ikki saman longur, og tað er ein góð kensla, at eg vardi fostrið frá einari tilveru við beiskleika foreldranna millum.

 

Alt í alt valdi eg ikki frá, eg valdi til. Eg valdi eina tilveru fulla av møguleikum bæði fyri meg og mína framtíðar familju. Fyri tey flestu er tað ein gáva at fáa eitt barn, og fyri meg hevði tað óivað eisini verið soleiðis, hevði eg valt at fingið tað. Men eg valdi at goyma gávuna til seinni, tá eg visti, at eg kundi njóta hana til fulnar saman við rætta persóninum.

 

 

At føroyska samfelagið ikki loyvir fríari fosturtøku er skeivt, tí samfelagið forðar íbúgvunum at liva sína tilveru eftir bestu meting. Hvør eigur undir kunning og vegleiðing at sleppa at velja, hvussu eins egna lív skal livast. Nú eri eg undir hægri útbúgving, samfelagnum til gagns. Eg arbeiði og gjaldi skatt, samfelagnum til gagns. Eg valdi rætt, hóast landsins lógir ikki stuðla mínari avgerð. Og tey, ið valdu at fáa sítt barn og elska sína tilveru í dag, valdu eisini rætt. Hvørt menniskja kann einans finna røttu avgerðina í síni egnu samvitsku, og tí er tað skeivt at gera herferðir málrættaðar eftir kenslunum hjá fólki, tí samfelagsbólkarnir, ið gera hesar herferðirnar, fara aldri nakrantíð at kenna søguna og støðuna hjá hvørjum einstakum, ið skal taka avgerðina. Hvør einstakur skal hava frítt val at velja til ella velja frá, tí einans soleiðis verja vit hvønn einstakan í samfelagnum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.