- Tíðindi, mentan og ítróttur
Matt J lærir seg føroyskt
Fyri fimm mánaðum síðani legði drongurin úr Ohio U.S.A, Mátteus, sítt fyrsta sjónband út á Youtube, har hann ger ein roynd at tosa føroyskt. Í stutta sjónbandinum greiðir Mátteus ella Matt J, sum hann rópar seg á Youtube, frá á føroyskum, hvaðani hann kemur og fortelur eitt sindur um sín áhuga fyri málinum. Matt J sigur, at tað er eitt sindur torført at læra seg føroyskt, tí tað eru ikki serliga nógvar bøkur, ið kunnu veita honum hjálp.
Síðst í juni, ein mánaða eftir fyrsta sjónbandið, kom næsti partur út, og tá hevði Mátteus munandi meira sjálvsálit. Í sjónbandinum skemtar amerikanski drongurin og kemur eisini inná, at hann nú hevur funnið sær eina góða orðabók, ið hann hjálpa honum meira. Størstu hjálpina at læra seg málið fær hann tó ígjøgnum tónleikin, ið eisini á fyrsta sinni kveikti hansara áhuga fyri at læra føroyskt.
Í báðum sjónbondunum endar Mátteus at spyrja tey, ið búgva í Føroyum, um tey kunnu geva honum feedback og fortelja honum, hvussu hann tosar.
- Listening to Týr helps, as you already know, but Heri's side project, Heljareyga, is all in Faroese (and the songs are amazing), so I'd also recommend them, svarar Matt J einum viðmerkjara, ið spyr, hvussu hann lærir seg føroyskt.
- Reading Faroese is super hard because they have strange phonological processes!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |