Livar í Guinnes Rekordbókini

Savnsmynd
Livar í Guinnes Rekordbókini
Livar Nysted fekk í gjár boð um, at hansara róður yvir um fleiri heimshøv nú er góðtikin av Guinnes Rekordbókini sum heimsmet.
07.11.2013 - 17:00

Livar Nysted hevur gjørt nógv um seg seinastu árini, tá tað kemur til rógving. Hann hevur millum annað róð um Indiahavið og Norðuratlantshavið.

 

Nú hevur hann alment fingið staðfest, at hetta eru heimsmet. Hann fekk post frá Guinnes rekordbókini í gjár, har tað stóð, at hansara met nú eru alment góðtikin, skrivar in.fo.

 

Fyrsta metið er fyri at hava róð skjótast um Indiahav, og annað er, at hann megnaði at gera tað við einans tveimum øðrum monnum afturat sær. Triðja metið er fyri, at hann hevur róð um tvey heimshøv innanfyri eitt ár.

 

Livar ætlar at heingja skeytbløðini uppá vesiveggin.

 

- Eg vil hava tey hangandi á wc. Tað er ein staðfesting av, at metini hava ikki so stóran týdning fyri meg, at skreytbløðini ikki fáa heiðurspláss í stovuni, sigur Livar Nysted við in.fo.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.