Nýggjastu føroysku stuttfilmarnir og videoløgini víst í næstu viku

Skermmynd úr stuttfilminum Vetrarmorgun eftir Sakaris Stórá
Nýggjastu føroysku stuttfilmarnir og videoløgini víst í næstu viku
Mikudagin í næstu viku er føroyska filmskvøldið í Norðurlandahúsinum aftur á skránni, og í ár kappast átta stuttfilmar og videoløg um Geytan.
04.12.2013 - 17:45

Mikudagin 11. desembur verður Norðurlandahúsið aftur karmur um føroyska filmskvøldið, har nýggjastu stuttfilmarnir og videoløgini verða sýnd fram. Teir átta filmsstjórarnir, sum hava verk við, kappast um at vinna Geytan, sum í ár verður latin fyri aðru ferð. Geyta-vinnarin fær 25.000 kr. og eina standmynd, sum Astrid Andreassen og Dávur Geyti hava gjørt. Tað er ein dómsnevnd, sum avger, hvør fer avstað við Geytanum. Eisini kunnu áskoðararnir atkvøða um, hvør skal hava áskoðaravirðislønina á 15.000 kr. 

 

Í fjør vann Sakaris Stórá Geytan fyri filmin Summarnátt, meðan Annika á Lofti vann áskoðaravirðislønina fyri filmin Mist. Í ár kappast hesir filmarnir um Geytan: 

 

Tú - sjónbandalag eftir Jóannes Lamhauge

Terminal - stuttfilmur eftir Dávur Djurhuus

Eina - stuttfilmur eftir Andrias Høgenni

True Love - stuttfilmur eftir Heiðrik á Heygum

Vetrarmorgun - stuttfilmur eftir Sakaris Stórá

Munsch - stuttfilmur eftir Jónfinn Stenberg

Byrta - tónleikavangamynd eftir Una Leitisstein Hansen

Lítla ljósið - animatiónsfilmur eftir Hans Kristian E. Hansen

 

Eisini verður dokumentarfilmurin Big Places hjá Thomas Koba vístur, men hann er ikki við í kappingini um virðislønirnar. 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.