Yrkingasavnið hjá Yahya Hassan sligið met

Yrkingasavnið hjá Yahya Hassan sligið met
Yrkingasavnið hjá unga dananum Yahya Hassan er nú prentað í 100.000 eintøkum og er tí mest prentaða debut-yrkingasavn nakrantíð í Danmark.
20.12.2013 - 18:15

Yrkingasavnið hjá unga dananum Yahya Hassan, hvørs foreldur eru av palestinskum uppruna, er nú prentað í 100.000 eintøkum og er tí mest prentaða debut-yrkingasavn nakrantíð í Danmark. Gamla metið átti Vita Andersen, sum í 1977 gav út sítt fyrsta savn ‘Tryghedsnarkomaner”, sum varð prentað í 95.000 eintøkum.

 

18 ára gamli Yahya Hassan er føddur í einari sonevndari ghetto í Aarhus Vest. Sum ungur bleiv hann sendur frá stovni til stovn, og tað var á stovninum Solhaven fyri sosialt løstað ung, at ein lærari legði merki til hansara eginleikar sum rithøvundur. 17. oktobur 2013 kom síðan yrkingasavn hansara nevnt “Yahya Hassan” út, har hann millum annað átalar ættarliðið hjá foreldrum hansara, tí hann sigur, at tey hálova koranina, meðan tey snýta samfelagið sosialt, at tey banka teirra børn og nokta børnunum at gerast partur av danska samfelagnum.

 

Yrkingasavnið hevur fingið serstakliga góð ummæli í Danmark, har Yahya Hassan verður róstur fyri at vera nýskapandi og at bókin er eitt innlit inn í ein uppvøkstur fullan av hatri og fremmandgering. Yrkingasavnið hevur eisini elvt til nógv kjak, tí Hassan sigur, at tað er ikki samfelagið, sum er sekt í, at ung fremja brotsverk, dumpa úr skúlanum ella gerast bumsar. Tað eru foreldrini, sum eiga skuldina.

 

Hansara mótvilji móti islam hevur eisini elvt til nógvar atfinningar, og oftani er hann hóttur við lívinum. 18. november bleiv hann álopin á Hovedbanegården, og tá hann átta dagar seinni skuldi lesa upp úr savninum til eitt tiltak í ghettoini Vollsmose avgjørdi løgreglan at verja tiltakið við bumbuhundum, limum frá fregnartænastuni og flúgvibanni yvir økið. Upplesturin kann síggjast á sjónbandi her.

 

Les meira um hansara uppvøkstur í samrøðuni “Jeg er fucking vred på mine forældres generation” við Politiken á teirra heimasíðu her. Yrkingasavnið fæst til keyps sum e-bók á RitogRak.fo fyri 89 kr ella frá donskum seljarum so sum Saxo.dk fyri 159 kr.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.