Anna Malan Jógvansdóttir júst givið yrkingasavn út

Anna Malan Jógvansdóttir júst givið yrkingasavn út
Les um kreativu nólsoyargentuna Onnu Malan Jógvansdóttir, sum júst hevur givið sítt fyrsta yrkingasavn út
25.04.2015 - 11:15

20 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir er eitt sera kreativt menniskja. Hon hevur víst síni kreativu evnir í alskyns listagreinum. 

 

Hon hevur millum annað  verið við í leikinum Grease, har hon spældi Frenchy, ið var ein av høvuðsleiklutunum. Eisini er hon ein av teimum ungu, sum í løtuni sýnir fram á Várframsýningini í Listaskálanum.

 

Harafturat hesum hevur hon júst givið út sítt fyrsta yrkingasavn. Savnið ber heitið "Undirfloyma".

 

 

Perman til yrkingasavnið, ið Anna Malan sjálv hevur gjørt

 

 

Undirfloyma er eitt yrkingasavn, ið er býtt upp í tríggjar partar, sum snúgva seg um myrkur, hav og glas. Yrkingar hennara lýsa eitt innara landslag umvegis náttúrulýsingar.

 

Anna Malan leggur stóran dent á, hvussu týdningarmikið tað er, at vit menniskju viðurkenna, at vit ikki altíð eru fullkomin og klára alt. Hetta er ein av orsøkunum til, at hon valdi at taka endaligu avgerðina um, at geva savnið út.

 

- Oftani fáa vit ikki ordiliga prikað hol á tað, sum liggur og bylgist innaní. Hetta er ein ómetaliga tung byrða at bera, ið einki menniskja kann klára, tí tað bara tyngir og tyngir.

 

 

Listin sum miðil

Yrkingasavnið viðger nakrar av hennara tonkum og kenslum, sum tó kunnu vera trupul at deila við onnur. Hetta ger Anna Malan umvegis listina. 

 

- Í grundini er tað líka mikið, hvussu vit fáa deilt okkara tankar og kenslur, bara vit fáa tað út á onkran hátt. 

 

Undirfloyma er tó ikki nakað orð á føroyskum, kortini heldur Anna Malan, at tað er eitt gott og vælsigandi heiti. Heitið er ein tilsiping til tað, sum rørist undir yvirflatuni, nevniliga tankar og kenslur.

 

 

 

Anna Malan sum leikluturin Frenchy                             Upptøka til ein dans, sí filmsbrotið her

 

 

Yrkingarnar eru skrivaðar í ymsum tíðarskeiðum. Tær elstu eru skrivaðar í 9. flokki, meðan tær yngstu eru skrivaðar í 2.s. Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur savnið út.

 

- Eg eri so takksom fyri allan tann stuðul, eg havi fingið í arbeiðstíðarskeiðinum. Eg vil nýta høvið at takka Róa Patursson, Maluni Poulsen, Kirsten Brix, Eivind Weihe og Petur Pólsson fyri hjálp til rættlestur. 

 

Hóast Anna Malan júst hevur givið savn út, hevur hon enn nógvar yrkingar liggjandi, sum kundu blivið eitt savn afturat. Tó veit hon ikki enn, hvat framtíðin býður henni víðkjandi tí.

 

 

Mann má tola kritikk

Tað eru ikki nógv, sum geva út, tá tey eru 20 ára gomul, men óiva mong, ið sita inni við onkrum, tey umhugsa at geva út. 

 

- Tað er bara at leypa út í tað. Um mann brennur nóg nógv fyri tí, so skal tað nokk eydnast. Tað er sjálvandi eitt sindur hart, tí mann má tola kritikk á leiðini, men tað er jú tað, sum ger, at mann mennist, sigur Anna Malan at enda.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.