Poesikvøld í Sirkus

Poesikvøld í Sirkus
Í kvøld verður poesikvøld í Sirkus, har fýra føroyskir yrkjarar fara at framføra síni verk.
19.02.2014 - 18:45

Á skránni verða Trygvi Danielsen, Rannvá Næs Hoydal, Vivian Sjóðklett og Rakel Helmsdal.

 

Trygvi Danielsen er yrkjari og sangari, og hann vann herfyri Mentanarvirðisløn landsins sum ársins unga listafólk. Hann framførir tíðum við bólkinum The Absent Silver King, ið spælir trans og rokk, og tað besta við Trygva er, at mann veit aldrin, hvat nýtt hann hevur funnið uppá.

 

Rannvá Næs Hoydal gav einans 15 ára gomul út fyrstu skaldsøgu sína “Sjey dagar í helviti”, og spennandi verður at vita, hvat 20 ára gamla havnagentan hevur í skjáttuni.

 

Rakel Helmsdal kenna vit serliga frá barnabókmentum, men vegna sítt fjølbroytni innan listaheimin, har hon bæði fæst við orð, myndir og leiklist, verður áhugavert at hoyra, hvussu hennara hugaheimur setir bókstavir saman til orð, setningar, ímyndir og huglag.

 

Vivian Sjóðklett er útbúgvin listterapeutur, har hon lærir menniskju at málbera seg gjøgnum rørslu, list, náttúru og myndamál. Hennara yrki snýr seg um at læra menniskju at orðbera seg uttan orð, so eg gleði meg at uppliva, hvussu hon tulkar tað at framføra eina yrking.

 

Tiltakið byrjar kl. 21, og atgongdin er ókeypis. Sending frá tiltakinum kemur á Röddini í næstum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.