Vísur til mánamorgnar

Ása Aðalsteinsdóttir og Gvøðny Maria Áarstein
Vísur til mánamorgnar
Hoyr live upptøkurnar av vísunum hjá Ásu og Gvøðny, næmingum á Nordiska Visskolan í Svøríki, tá tær vitjaðu í Kongens Have í vikuskiftinum.
12.05.2014 - 08:00

Íslendska Ása Aðalsteinsdóttir og føroyska Gvøðny Maria Áarstein hittust fyri góðum ári síðan, tá tær byrjaðu at ganga á vísulinjuni á Nordiska Folkhögskolan í Kungälv í Svøríki.

 

Í byrjanini av háskúlaárinum spældi Gvøðny ikki eingang guitara, men nú, gott ár seinni, hevur hon ferðast runt Suðursvøríki og spælt vísukonsertir við bólkinum Mental Vistid, ið hon mannar saman við trimum øðrum næmingum á skúlanum.

 

Fríggjadagin spældu Gvøðny og Ása konsert saman í Stokkholm, og síðan komu tær beinleiðis til Keypmannahavnar á FRIGG festival. Hesar báðar upptøkurnar eru gjørdar á grasinum í Kongens Have.

 

Gvøðny syngur Krematoriet eftir Oskar Emanuel Molin, sum eisini er næmingur á háskúlanum. Krematoriet er ein vøkur vísa um lívið og tað, vit sakna, tá vit ikki eiga tað longur.

 

Ása syngur Hyllningsvisa till lesbiskt sex eftir Maud Lindström, sum er ein skemtilig lýsing av, hvussu skjótt alt tað, vit hildu okkum vita um okkum sjálvi, kann broytast eftir eitt váttligt kvøld.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.