Listafólkið: Gvøðny Maria Áarstein

Listafólkið: Gvøðny Maria Áarstein
- Mann kann saktans mála veruleikan, so sum hann tykist at vera, men eg vil heldur síggja okkurt, sum mann vanliga ikki sær. Okkurt skeivt
27.01.2015 - 18:45

Listafólkið hesa ferð er 23 ára gamla Gvøðny Maria Áarstein.

 

Gvøðny hevur teknað og málað so leingi, hon minnist. Hetta var tað einasta hon gjørdi sum smágenta. Sum heilt lítil plagdi hon at spyrja mammu sína: ”Mamma? Skal eg tekna tær kunst?”, og so teknaði hon Nólsoynna, sum var hennara ímynd av list tá.

 

Farvusamansetingar, menniskju og Frida Kahlo

 

- Tað er torført at siga, hvar íblásturin kemur frá. Til tíðir er tað okkurt sera einfalt, ið gevur mær íblástur, t.d. ein ávís farvusamanseting ella eitt menniskja, ið eg havi møtt. Aðrar tíðir er tað meira fløkjasligt t.d. kenslur, ið eg ikki havi greiði á, og tískil kann tað vera ringt at siga, hvat hevur givið mær íblástur.

 

Eisini upplivir Gvøðny, at tað eru spontanir tankar, sum seta hana í gongd. Tað kemur ofta fyri, at hon vaknar um morgunin við eini mynd í høvdinum, sum hon hevur hug at fáa niður á pappír.

 

- Sum eyðgleiðari, dámar mær sera væl Gustav Klimt og Fridu Kahlo. Mær dámar væl farvurnar og krussidullurnar hjá Gustav Klimt. Mær dámar eisini væl farvurnar í verkunum hjá Fridu Kahlo, og serliga dámar mær, hvussu kenslur hennara koma til sjóndar í verkunum hjá henni. Hon hevði eina tragiska lagnu og hevur megnað avbera væl at fingið tað fram í sínum verkum.

 

Eisini dámar Gvøðny væl tað óperfekta. Hetta kann til dømis vera andlit, sum síggja eitt sindur skeiv út. Hetta kemur til sjóndar á fleiri av tekningunum hjá Gvøðny niðanfyri.

 

- Mann kann saktans mála veruleikan, so sum hann tykist at vera, men eg vil heldur síggja okkurt, sum mann vanliga ikki sær. Okkurt skeivt.

 

Her eru ongar reglur, alt er loyvt

 

- Tað er ikki altíð, at tað, sum eg arbeiði við, hongur saman. Onkuntíð, tá ið eg havi ein ringan dag og havi hug at gera okkurt, ið lýsir tær kenslurnar, eg brenni inni við, endi eg við at tekna okkurt so einfalt sum ein urtapott - men tað er just tað, sum mær dámar við list. Har eru ongar reglur, alt er loyvt.

 

Tað er sum oftast alt tað, sum Gvøðny hevur upplivað, hugsað um ella bara sæð á netinum, sum verður blandað saman í tí, sum hon teknar ella málar.

 

Hóðast unga listakvinnan ikki sjálv metir, at tað sæst í verkum hennara, at hon hevur fingið íblástur frá m.a Gustav Klint og Fridu Kahlo, so hevur hon teirra farvuríka stíl í huga, tá hon sjálv spælir við farvur og teknikkir. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.