- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigrið Guðjónsson: Fólkakirkjan spælir ein ov stóran leiklut

Hin. 27. apríl bleiv Sigrið 18 ár, og eitt tað fyrsta hon gjørdi, var at melda seg úr fólkakirkjuni, sum hon hevur verið limur av síðani hon varð doypt.
Orsøkin til, at Sigrið valdi at taka seg úr, var, at hon ikki er trúgvandi og ynskti ikki at vera limur í einum felagi, hvørs áskoðan hon ikki er samd í. Harafturat heldur hon, at kirkjuskatturin kann brúkast til betri endamál.
Fólkakirkjan spælir ein ov stóran leiklut
Sigrið heldur, at fólkakirkjan spælir ein alt ov stóran leiklut í føroyska samfelagnum. Hon vísir á allar siðirnar, ið kirkjan hevur tikið einkarætt á. Hvørt tað er at fáa navn, at gerast vaksin, at játta einum sín kærleika ella at doyggja, er tað gjørt til eina kristna siðvenju.
-Kirkjan hevur gjørt allar hesu serligu løtur til nakað átrúnaðarligt, hóast tað hendir fyri øll, kristin ella ei, sigur Sigrið.
Hon heldur, at fleiri og betri møguleikar til hátíðarlig høvi skulu vera tøk til fólkið, ið ikki trýr. Tað er millum annað als ikki líka vakurt at fara á politistøðna ella kommunukontórið at verða vígdur, sum tað er at fara í kirkjuna. Hon finnist at, at kirkjan eisini hevur løgfrøðiliga myndugleikan, hvørjum viðvíkir skráseting av hjúnabandi, navni og andláti, og heldur, at hesi mál skulu umsitast av einum óheftum myndugleika, og helst av øllum skal tað almenna gerast óheft av kirkju og (yvir)trúgv
Vansi fyri at børn verða indoktrineraði
Sigrið skilir væl, at foreldur doypa børn síni, um tey eru trúgvandi og veruliga halda, at tað er tað rætta fyri barnið. Hon heldur, at atfinningarnar skulu verða lagdar mótvegis fermingini, tí sum oftast hava tey 13-ára gomlu ikki sjálvi tikið støðu til, um tey vilja vátta sín dóp. Tískil heldur Sigrið, at tað er neyðugt at konfirmatiónsaldurin hækkar.
-Tað tykist eins og man roynir at leggja fermingina í ein so ungan aldur sum gjørligt, fyri at børnini nevniliga ikki skulu vita, hvat tað merkir og tískil kunnu tey lættliga verða indoktrineraði. Ein er ikki eingongd myndigur, tá kravt verður, at man tekur støðu til sína ferming, leggur Sigrið afturat.
![]() |
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum |
![]() |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 |
![]() |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... |
![]() |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |