Sigrið er holybiblelover á netinum

Egin mynd
Sigrið er holybiblelover á netinum
Sigrið Nicodemussen er 17 ára gomul og gongur í 2.s í Hoydølum. Hon hevur brúkarar á Instagram, Snapchat og Youtube undir navninum "holybiblelover". Á hesum ymisku brúkarunum roynir hon at fáa ein boðskap um Guð og Bíbliuna út. Hennara Instagram brúkari hevur beint undir 3000 fylgjarar
17.01.2017 - 11:15

Skrivað hevur: Sólveig Á Torvlaðnum

 

Hevði ikki eina ætlan við brúkaranum at byrja við
Tá Sigrið fekk sær Instagram fyri fýra árum síðan, hevði hon ikki eina ávísa ætlan við brúkaranum, men hon ætlaði sær tó ikki at hava ein vanligan brúkara. Hon greiðir frá, at hon ætlaði sær ongantíð at hava ein brúkara, sum var fullur av selfies og tílíkum myndum. Heilt frá byrjanini av hevur hon lagt myndir út, ið boðaðu frá kristna boðskapinum úr Bíbliuni. Seinni fór hon frá at skriva á føroyskum til at skriva á enskum, tí hon vildi røkka út til fleiri fólk.

 

- Endamálið er tað sama á øllum appum/heimasíðum, sum eg havi ein brúkara á. Tað er at fortelja fólki um, hvat Guð hevur gjørt fyri tey. Tað er eisini gott hjá kristnum at fáa áminningar av og á. Í dag kann eg siga, at brúkarin á Instagram hevur fingið nógvar fylgjarar, og eg havi fingið kristnar vinir fyri lívið ígjøgnum hetta. 
 


Eitt uppslag hjá Sigrið á Instagram.

 

Valdi at vera dulnevnd
Sigrið valdi at vera dulnevnd á netinum í byrjanini, og tí valdi hon at brúka navnið "holybiblelover". Men seinni valdi hon at skriva á Instagram, hvørjum landi hon býr í, hvussu nógv ár hon er, og hvussu hon eitur. Tað var ikki fyrr enn um heystið síðsta ár, at hon legði eina mynd út av sær sjálvari. 
 

- Eg valdi eitt navn, ið lýsti meg sjálva, og tað bleiv sjálvandi “holybiblelover”, tí eg elski Bíbliuna. Endamálið er ikki at vísa meg sjálva fram, men at umboða Harran Jesus Krist.

 

- Bíblian er tann sama í gjár, í dag og í morgin
Sigrið heldur, at tey, sum ikki vilja hyggja eftir tí, sum hon leggur út, kunnu lata vera. Hon hevur ikki upplivað, at føroyingar spotta hana út fyri sína trúgv, og hon sigur, at har fara altíð at vera fólk, ið eru ósamd við tí, sum hon leggur út á netið.

- Tað, at fólk eru ósamd við mær ella Bíbliuni, broytir hvørki uppá mínar meiningar ella Bíbliuna; hon er tann sama í gjár, í dag og í morgin, óansæð hvat fólk halda og meina.

 


Instagram hjá Sigrið.

 

 

- Øll hava ikki somu virðir og sama grundarlag, mítt grundarlag er Bíblian

Sigrið er við tíðini blivin von við at hava lívfrøði/landafrøði og onnur fak í skúlanum og hoyra um ymiskt, sum stríðir ímóti Bíbliuni. Men hon velur at taka tað sum kravda læring og halda fast við tað, sum Bíblian sigur.
 

- Øll hava ikki somu virðir og sama grundarlag. Bíblian er mítt grundarlag, og tey tingini, eg meti hava virði, koma tískil frá henni. Mínar meiningar koma eisini útfrá, um tað er rætt ella skeivt viðvíkjandi Bíbliuni.
 

Tá Sigrið var yngri, var tað løgið at vera sjálv um ymiskar meiningar millum tey á hennara aldri. Men nú kennir hon fleiri, serliga eldri fólk, sum hava somu meiningar og virðir sum hon. Hon sigur, at tað snýr seg um umhvørvið, sum tú ert í. Hon letur tað ikki ávirka hana sosialt, at hon ikki fer við flokkinum/arbeiðsfelagum í býin at drekka o.s.fr.
 

- Sum ein kristin, ið elskar Guð og Hansara Orð, hevur tað alt at siga, at eg havi møguleikan at deila gleðiboðskapin og evangeliið lættliga út á netið. Eg brúki fegin nógva orku og tíð uppá at deila bíbilskar sannleikar út. Støðan er tann, at hvør einstakur persónur hevur bert eitt lív her á jørðini, og so doyggja vit. Tá tosað verður um kærleika til onnur menniskju, hugsi eg ofta, er tað rætt, at eg ikki sigi nakað um tað, sum eg havi upplivað? So, við kærleika, vil eg vísa tykkum á hetta Youtube videoið, sum eg gjørdi í 2015:  
 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.