iPhone 6 - hvat skal væntast?

Umvegis Wonderfulengineering.com
iPhone 6 - hvat skal væntast?
Nýggja iPhone 6 er á gáttini til handilshillarnar. Enn er óvist nær, og eisini er óvist, hvussu hon kemur at verða - men hvat kann mann vænta?
01.09.2014 - 18:45

Orð: Bogi Napoleon Wennerström

 

Síðan 29 Juni 2007, hevur fyritøkan Apple bergtikið fjøldina við fartelefon sínari, iPhone. Hendan fartelefon kollvelti fartelefon-ídnaðin. Men síðan fjórðu iPhone (iPhone 4), er Apple vorðið kent fyri at lata viðkvæmar upplýsingar um snildfonur sínar sleppa út til fjøldina.

 

Aftur í ár eru fleiri lutir av nýggju snildfonini hjá Apple, ið væntast at hava navnið iPhone 6, slopnir út til fjøldina. Tann 9. septembur verður næsti fundur hjá fyritøkuni, men har er nógv, ið vit longu kunnu vænta.

 

Nógvar leysasøgur hava gingið farnu mánaðirnar um nýggju snildfonina. Tær flestu av leysasøgunum eru samdar við einum - tað er, at nýggja snildfonin fer at hava ein størri skíggja. Skíggjastøddin á iPhone øktist frá 3.5” til 4” frá iPhone 4S til iPhone 5. Í ár er væntað, at skiggin verður enn størri.

 

Teir lutirnir, ið eru funnir, skjóta upp at skíggin verður millum 4,7” (12 cm) til 5,5” (14 cm). Helst verða tað tvær snildfonir, ið fara koma út, ein við 4” skýggja og hin við 5.5”. Nógvar Android og Windows Phone hava slíkar stórstøddaðar skíggjar. Hetta kann verða eggjanin til, at Apple nú velur at vaksa um skíggjan.

Saman við einum munandi størri skíggja, so kann tann nýggja iPhone 6 hava ein ótrúliga haldgóðan safir-skýggja. Safir er eitt tað sterkasta evni eftir diamanti; hetta merkir so, at nýggi safir-skíggin verður ótrúliga torførur at skøva og bróta.

 

Sjálvt safir-glasið er sloppið út til fjøldina, og fleiri keldur vísa á, hvussu sterkur skíggin verður við at nýta lyklar og sjálvt knívar at skøva skíggjan við - uttan eydnu. Óivað fer hetta at bera enda til kenda skíggjatrupulleikan við iPhone.

Leysasøgur ganga eisini um at iPhone 6 fer at hava tunnari glopp frá skíggja til kant, ella nærum einki glopp. Eisini er væntað tunnari kropp sum heild frá fyrru snildfonini iPhone 5s, ið var 7,6mm, til ta væntaðu iPhone 6, ið er væntað at verða 6,9mm tjúkk. Hetta fer kanska at gera, at snildfonin verður ótrúliga nógv lættari at halda í.

 

At taka myndir á iPhone er kent fyri at vera lætt, og myndirnar eru sum oftast góðar, men nú sigst, at tær verða enn betri. Tann størra 5.5” iPhone 6 fer kanska at hava tøknina “Optical Image Stabilization” innbygt. Optical image stabilization (OIS) er gjørt til at minka um ristingar og stabilisera myndirnar við at nýta eina linsu við innbygdum varnara.

 

Hetta vil við øðrum orðum siga, at tey, ið rista eitt sindur, tá tey taka myndir, ikki longur nýtast at líða av óklárum myndum. Hendan tøknin hevur fyrr einans verið til vanlig myndatól, men í seinastuni hava fyritøkur sum Nokia og Google innbygt tað inn í teirra linsu-skipanir.

Nakrar myndir av diagrammunum av nýggju snildfonini skjóta upp, at iPhone 6 kemur við 1GB av RAM og so eisini NFC. Á lægsta enda fæst ein iPhone 6 við 16GB av goymslu og á hægsta enda verður kanska ein við 128GB av goymslu.

 

Spennandi verður at síggja, hvat Apple hevur at bjóða í ár. Vónandi klárar fyritøkan at liva upp til sítt egna støði.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.