Góð ráð til UCAS

Góð ráð til UCAS
Umhugsar tú at fara undir víðari lestur í Stóra Bretlandi? Ivast tú í, hvørja útbúgving tú vilt lesa, hvagar tú kanst fara, og um tú lýkur krøvini? So les víðari og fá hjálp og íblástur at søkja.
08.09.2014 - 12:00

Finn lærugrein og universitet

Á search.ucas.com er ein leitifunka, sum loyvir tær at leita eftir lærugrein, lærustovni, landi ella býi. Føroyingar søkja sum danskir ríkisborgarar, so minst til at skriva, at tú kemur úr "Elsewhere in the EU".

 

Ert tú vís/ur í, at tú skalt lesa lívfrøði, at tú helst vilt til London, ella vilt tú til eitt ávíst universitet, so kanst tú síggja allar valmøguleikar, tú hevur innan júst títt val.

 

Eisini vísir leitifunkan valmøguleikar, sum líkjast útbúgvingini, tú hevur valt, so møguliga fært tú íblástur til eina øðrvísi útbúgving.

 

BSc (Hons) ella BA (Hons) er vanliga heitið fyri eina bachelor, og hetta verður eisini kallað ein 'undergraduate'. Onkuntíð koma fleiri møguleikar fyri somu útbúgving, har tú kanst velja at taka hana á trý ár, fýra ár ella sum eina 'sandwich', har tú nýtir eitt eyka ár í starvsvenjing ella í einum øðrum landi.

 

Lýkur tú krøvini?

Í leitifunkuni kanst tú trýsta á eina ávísa lærugrein hjá einum ávísum universiteti, og tú kemur beint inn á eina síðu, sum eitur “Summary”. Far inn á næstu síðu, sum eitur “Entry requirements”. Undir “A Levels” til vinstru sært tú, hvat universitetini krevja av enskum prógvum, t.d. AAB ella BBC. Til høgru standa onkuntíð “UCAS tariff points”. Við hesi talvuni kanst tú peila eftir, um títt miðaltal er nær at lúka tey ásettu krøvini.

 

Nágreiniligu krøvini sært tú, um tú fert inn á heimasíðuna hjá tí einstaka universitetinum og leitar eftir orðum sum “-útbúgving- entry requirements”, “international entry requirements” ella “entry requirements Denmark”.

 

Minst til at umskriva títt miðaltal til danska 7-tals stigan.

 

IELTS

Eisini vilja flest universitet, at tú stendur eina ensktroynd við einum ávísum karakteri fyri at sleppa inn. Hvørt ár skipar Altjóða Skrivstovan fyri tveimum IELTS royndum, hvørs úrslit tú skalt senda til universitetini. Fært tú ikki nøktandi úrslit fyrstu ferð, kanst tú taka royndina umaftur, og úrslitið er galdandi í tvey ár. Tú skalt sjálv/ur gjalda fyri at taka royndina.

 

Samanber universitetini

Tá tú hevur funnið nøkur universitet og nakrar útbúgvingar, sum síggja spennandi út, kanst tú samanbera tey við hvønn annan á ymsum metingarlistum.

 

Í University League Table kanst tú finna útbúgvingina, tú ætlar at lesa, og síðan hyggja at, hvørjum plássi tey ymisku universitetini liggja á.

 

Á UNIstats kanst tú lættliga velja upp til fimm ymiskar útbúgvingar í senn og samanbera tær síðu um síðu. Tú sært millum annað, hvussu nøgd lesandi eru við tey ymisku universitetini, hvør kostnaðurin er, og hvørji framtíðarútlitini eru.

 

Á The Student Room kanst tú lesa um næstan øll universitet í Stóra Bretlandi. Eisini eru kjakforum, har tú kanst spyrja og fáa svar um nærum allar spurningar, sum koma tær í huga.

 

Finn aðrar heimasíður, ið samanbera útbúgvingar í Stóra Bretlandi, við at leita eftir setningum sum “University Rankings UK”, “University League Table UK” ella “Compare Universities UK” á internetinum.

 

SU góðkenning

Tá tú hevur funnið tær útbúgvingar, tú ætlar at søkja inn á, skalt tú hyggja á Fast Track listan, um tær eru SU góðkendar. Eru tær ikki tað, skalt tú søkja um at fáa tær á listan. Hevur tú NemID, søkir tú her, og hevur tú ikki NemID, søkir tú her. Minst til at senda hetta skjalið við samt bústaðarváttan frá tínari kommunu, sum vísir, at tú hevur búð minst tvey ár av síðstu 10 árinunum í Føroyum.

 

Tað er ikki bindandi at fáa útbúgvingarnar góðkendar, so søk endiliga, hóast tú ikki ert vís/ur í, um tú fert avstað. Umsóknin tekur fleiri mánaðir at verða góðkend, so søk í góðari tíð.

 

Kostnaður

Vanligi skúlakostnaðurin í Stóra Bretlandi liggur í løtuni á 9.000 pundum árliga, sum eru á leið 84.000 krónur. Studni veitir í løtuni stuðul til skúlagjald á upp til 80.000 krónur árliga, samt møguleikan fyri at taka lán á 80.000 krónur árliga. Verður útbúgvingin SU góðkend, fært tú mánaðarligan SU stuðul úr Danmark.

 

UCAS umsóknin

Sum hjálp til tína UCAS umsókn hevur Altjóða Skrivstovan givið út hesa vegleiðingina. Síðan skalt tú sjálv/ur syrgja fyri at biðja ein lærara skriva tær eitt viðmæli. Hevur tú ikki gingið í skúla seinastu tvey árini, skal tín arbeiðsgevari skriva tað.

 

Eisini skalt tú skriva eitt Personal Statement, ið er ein tekstur á 4000 tekin, har tú lýsir tín áhuga fyri at sleppa inn á hesa ávísu útbúgvingina. Sera nógv hjálp er at heinta til tess við at leita eftir setningum sum  “How to write a Personal Statement” ella “Personal Statement do’s and don’ts” á internetinum. Minst bara til, at tú mást ongantíð kopiera frá einum øðrum, tí UCAS hevur framkomnar maskinur, sum avdúka svik. Her sært tú eina tíðarætlan yvir, hvussu tú kanst fyrireika teg. Byrja í góðari tíð.

 

Freistin

Umsóknarfreistin til Oxford og Cambridge, samt útbúgvingarnar sum lækni, tannlækni og djóralækni, er 15. oktobur. Flest onnur universitet hava freist 15. januar. Tú kanst í mesta lagi søkja inn á fimm ymsar útbúgvingar í senn.

 

Markleys Útbúgving

Ert tú blivin áhugað/ur at lesa í Stóra Bretlandi ella øðrum útlandi, ella situr tú nú við enn fleiri spurningum, so er tiltakið Markleys Útbúgving fyri teg. Tað verður týsdagin 16. septembur í Norðurlandahúsinum. Fyrrapart eru allir 3. árs næmingar á miðnámsskúlunum bodnir til tiltakið, og frá kl. 19 er almenningurin vælkomin. Tiltakið er ókeypis.

 

Her fært tú høvi at tosa við lestrarvegleiðarar og umboð fyri universitet kring allan heimin. Eisini koma umboð, ið kunnu hjálpa við UCAS umsóknum og geva góð ráð um Personal Statements.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.