Hevur tú ein filmsleikstjóra í búkinum?

Hevur tú ein filmsleikstjóra í búkinum?
Fá møguleikan at ríka og fjálga um føroyskt filmstilfar
13.10.2014 - 16:45
Skrivað hevur: Katrin Dahl Hanusson

Hóskvøldið 11. December 2014 verður føroyskt filmskvøld aftur á breddanum í Norðurlandahúsinum. Í tí sambandi kunnu øll, sum takast við film og vilja fjálga og ríka um føroyskt filmstilfar, senda føroyskar stuttfilmar inn til nevndina.

Tilmeldingin fer fram við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2014 er tann 11. november 2014 kl. 23.59. Filmurin skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi týsdagin 25. november 2014.

5 krøv eru sett til filmin, ið eru soljóðandi:
1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður.
2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsligir filmar, ella filmar av øðrum slagi, sum innihalda handilsligar tilsipingar, verða ikki góðtiknir í kappingini um Geytan.
3) Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.
4) Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. december 2013.
5) Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.


Tvær virðislønir verða lætnar innkomnu filmunum. Onnur virðislønin er Geytavirðislønin á 25.000 krónur, sum filmsnevndin velur. Hina virðislønina, áskoðaravirðislønin á 15.000 krónur, sleppa møttu áskoðararnir at atkvøða um.

Les meira um Filmskvøldið 2014 á heimasíðu Norðurlandahúsins nlh.fo
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.