- Dønum dámar og duga væl at føra seg sjálvi fram

Elita Josefina Falkvard er 23 ár og lesur BA-lingvistik í Keypmannahavn.
- Dønum dámar og duga væl at føra seg sjálvi fram
Hvussu uppliva føroyskir útisetar í Danmark daniir og danska mentan, tá teir brádliga sjálvir standa mitt í stórbýarmeldrinum? Elita Falkvard greiður frá sínum royndum.
28.10.2014 - 14:30

Man hoyrir ofta, at daniir føra seg fram øðrvísi enn føroyingar. Upplivir tú, og hvussu upplivir tú, sjálv hendan munin?

 

Tað valdast sjálvandi samanhanginum, men eg haldi, at føroyingar, sum heild, fara eitt sindur hóvligari fram enn daniir, og eru onkursvegna eisini meira lítillátnir. Mín uppfatan av dønium, hinvegin, er at teir dáma og duga væl at føra seg sjálvar fram. Har eru føroyingar kanska í so afturlætnir. Eg haldi eisini, at føroyingar, generelt, eru smædnari enn daniir, kanska serliga tá tað kemur til deila tankar og meiningar í einum ókendum umhvørvi, og eisini tá tað kemur til at tosa við nýggj fólk.

 

 

Les eisini:  -  Onkuntíð virkar tað sum daniir bara spyrja fyri at spyrja

 

Hvør var tín fyrsta heildaruppliving av dønium, tá tú flutti niður?

 

Mín heildaruppliving av dønium er, at tey eru eitt serstakliga fitt og opið fólkaslag. Tey ikki smæðast als ikki við at tosa við ein ”ókendan” persón. Tey eru sera vinarlig, fólkalig og dáma væl at tosa – eisni um einki. Eitt annað, sum kanska eyðkennir danir, er teir leggja stóran dent á at gera tingini á ”rættan” hátt. Teir eru sera væl skipaðir – planleggja út í æsir, niður í minstu detalju, og klokkutíðin verður altíð hildin – tað er sjálvandi í lagi, hóast hetta víkur eitt sindur frá tí sermerktu, føroysku ”tað gongur nokk” og ”vit taka tað, sum tað kemur”-áskoðanini.

 

 

Hvar heldur tú, at man týðiligast sær munin av danskari og føroyskari mentan millum ung?

 

Tað er ringt at siga akkurát, hvar hesin munurin sæst. Føroysk ung hava møguliga meira samband við teirra røtur – tey vita hvaðani tey koma frá, og møguliga eisini hoyra heima. Føroyar vóru jú eitt sera lítið og isolerað oyggjsamfelag, har mentanin hevur kunnað sett serkar røtur og trivist gjøgnum árini. Mín uppfatan er tí, at føroysk ung, og føroyingar, sum heild, leggja nógv í at viðurkenna og varðveita ta føroysku mentanina. Danmark hevur sjálvandi eisini sína egnu mentan, men av tí, at her búgva nógv fólk við øðrum uppruna, er tað kanska vorið eitt sindur torført at siga júst, hvat ein núverandi ”donsk” mentan er.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.