- Onkuntíð virkar tað, sum tey bara spyrja fyri at spyrja

Birgit Hervørsdóttir Jacobsen er 22 ár og lesur BSc International Business á CBS í Keypmannahavn.
- Onkuntíð virkar tað, sum tey bara spyrja fyri at spyrja
Hvussu uppliva føroyskir útisetar daniir og danska mentan, tá teir brádliga sjálvir standa mitt í stórbýarmeldrinum? Birgit Jacobsen greiður frá sínum royndum.
27.10.2014 - 12:45

Man hoyrir ofta, at daniir føra seg fram øðrvísi enn føroyingar. Upplivir tú, og hvussu upplivir tú, sjálv hendan munin?

 

Eg havi ofta hoyrt, at daniir eru serliga gírigir og ganga høgt uppí at møta rættstundis. Her má eg siga, at eg havi merkt sera lítið til tann munin - tvørturímóti. Millimeturpolitikkurin er als ikki galdandi, og tað er ofta, at fólk møta seinni enn avtalað. Eg veit ikki, um tað bara er mín linja, men teir fordómarnir passa illa til mína uppliving av teimum dønium, sum eg komi saman við.
Hinvegin eru tað fleiri, som tosa ómetaliga skjótt og nógv – serliga tey úr Keypmannahavn. Tey small-talka nógv, og tað kann onkuntíð virka heldur yvirfladiskt/grunnt. Onkuntíð virkar tað, sum tey bara spyrja fyri at spyrja og í grundini ikki lurta eftir svarinum fyri so at tosa víðari. Hetta haldi tó mest vera galdandi fyri Keypmannahavnarar, meðan tey úr Jyllandi meira eru sum vit á tí økinum.

 

 

Les eisini: - Daniir dáma og duga væl at føra seg sjálvar fram

 

 

Hvør var tín fyrsta heildaruppliving av dønium, tá tú flutti niður?

 

Har eru sjálvandi ein vissur munur millum føroyaringar og daniir, men eg haldi í grundini, at vit minna rættiliga nógv um hvønn annan. Á mínari linju koma fólk allastaðni frá og har er sostatt ikki eitt yvirtal av Keypmannahavnarnum, og tí havi eg kanska merkt munin minni enn onnur. Stórti munurin liggur millum okkum og Keypmannahavnarar framfyri tey út Jyllandi, sum ikki ”flagsa” eins nógv.

 

 

Hvar heldur tú, at man týðiligast sær munin á danskari og føroyskari mentan millum ung?

 

Eg veit ikki heilt. Eg haldi, at fólk niðri tosa væl meira enn vit. Alt gongur skjótt fyri seg og kann illa bíða. Og so haldi eg eisini, at tey drekka væl(!) meira, enn vit gera. Har er onkursvegna ein øl blandað upp í alt, sum fyriferst. Onkurvegna eru vit bara meira bygdaslig. Meira rólig og til tíðir meira niðri á jørðini. Deiligt.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.