Dreymalærugreinin: Brúkið tríggjar tímar á Facebook
Á University of Pennsylvania hevur tú nú møgugleikan at velja lærugreinina "Waisting time on the Internet".
29.10.2014 - 22:30

Ein nýggj vallærugrein er komin á University of Pennsylvania. Lærugreinin eitur "Wasting time on the Internet", sum merkir "spill av tíð á netinum". 

 

Vit hava allarhelst øll fanga okkum sjálvi, í at sita á facebook, youtube og á ørðum heimasíðum í skúlanum. Men ímynda tær, um hetta var meiningin við undirvísingini.

 

Í frágreiðingini um lærugreinina seta tey spurnartekin við,  um tað at sms'a, skriva støður, og at klikka runt á netinum, kann brúkast sum tilfar til at skapa hugfangandi og rørandi bókmentir?

 

Undirvísingartímin er í tríggjar tímar har farteldan og internetið er einasta undrvísingartilfarið. Altso skal man sita frammanfyri telduni og 'surfa' runt á netinum í tríggjar tímar. 

 

Les alla fráðgreiðingina um lærugreinina her

 

Kelda: mx.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.