Soleiðis fært tú varrastiftina at halda longri

Soleiðis fært tú varrastiftina at halda longri
Ynskir tú tær vakrar, farvuríkar varrar, men hevur ringt við at fáa farvuna at halda? Les um, hvussu tú kanst fáa varrastiftina at halda allan dagin
03.02.2015 - 22:00

 

Hesum fært tú brúk fyri:

  • Varraskrubb
  • 'Primer'
  • Varrablýant
  • Varrastift
  • Rís putur (eisini kallað 'setting powder')
     

 

 

 

Stig 1: Varraskrubb

 

Fyrst og fremst er týdningarmikið at skrubba varrarnar, soleiðis at tær verða bleytar, og eingin deyð húð er eftir. Her havi eg nýtt eitt varraskrubb hjá e.l.f cosmetics, ið kann keypast hjá Cosméto.

 

Stig 2: Primer

 

Síðani skalt tú nýta ein sokallaðan primer til varrarnar. Hesin leggur seg sum eitt tunt lag, ið útfyllir tær smáu linjurnar, vit hava á varrunum. Hetta fær varrastiftina at leggja seg vakrari á varrarnar og ger, at hon heldur longri. Eg havi brúkt Prep + Prime Lips hjá MAC Cosmetics, ið m.a fæst á flogvøllinum í Kastrup.

 

Stig 3: Varrablýantur

 

Tú skalt nú nýta ein varrablýant, ið líkist farvuni á varrastiftini, sum tú ætlar at brúka. Her brúki eg ein myrkan varrablýant í farvuni ‘Burgundy’ frá MAC, men einhvør varrablýantur kann brúkast. Tekna fyrst eina linju rundan um varrarnar og syrg fyri, at tær síggja javnar út. Brúka so blýantin til at fylla varrarnar út við einum tunnum lagi av farvu. Hetta fær varrastiftina at halda longri.

 

Stig 4: Varrastift


Síðani kemur sjálv varrastiftin. Eg havi valt at brúka ‘Ruby Woo’ hjá MAC, sum er ein óblank, klassisk reyð farva. Óblankar varrastiftir halda longri enn vanligar varrastiftir, tí at tær innihalda meira farvu og minni av vætu. Fyri at úrslitið skal gerast meira neyvt og haldført kanst tú nýta ein pensil til at leggja varrastiftina á.

 

Stig 5: Rís putur


Fyri at fáa farvuna at halda enn longri, být so um ein serviett ella køkspappír, legg eitt tunt lag av gjøgnumskygdum puturi á varrarnar, og koyr eitt sindur av varrastift útyvir.

 

Nú hevur tú nakrar vakrar varrar, ið halda sera leingi, og tú kanst trygt fara út at stuttleika tær. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.