19 ára gamla Mirjam Kambsskarð uttan fyri Havnar Kirkju
- Eg havi virðir, sum fólk hava trupult við at skilja
- Í skúlanum læra vit eitt nú, hvussu jørðin er blivin til , og at eingin Gud hevur skapt tað, sum vit síggja. Hetta stendur í mótsøgn við tað, eg trúgvi, og tískil kann tað viðhvørt vera strævið at vera trúgvandi
10.02.2015 - 02:45

Mirjam Kambsskarð hevur altíð trúð, at Jesus doyði á krossinum fyri hennara syndir. Sum 14 ára gomul valdi hon at seta Jesus fremst í lívi hennara og liva fyri hann.

 

Hetta merkti so eisini, at hon valdi nøkur onnur ting í lívinum frá. Hon hevði eitt nú ikki hug at ganga í býnum, sum nógv onnur ung gera. 

 

Tískil heldur hon, at onnur lættliga kunnu síggja Gud sum ein harðan og strangan Gud. Hon hevur upplivað, at onkur hevur sagt við hana, at orsøkin, til at hon ikki gongur í býnum, er, at hon er trúgvandi. 

 

- Alt er loyvt, men ikki til gagn. Guds kærleiki ger, at eg vil fylgja honum og gera eftir hansara vilja. Tískil havi eg valt ting, ið ikki hava mín áhuga, frá. 

 

 

Tað besta við at vera kristin er, at eg veit, at nakað er fyri framman

Mirjam greiðir frá, at nógv menniskju stríðast við at finna útav, hvør meiningin við lívinum er, og at fleiri vilja skumpa henda spurning til síðis. Fyri hana gevur Gud gerandisdegnum innihald.

 

Mirjam heldur, at tað góða við at vera kristin er, at lívið gevur meining, av tí Gud, sambært henni, hevur eina ætlan fyri hvørt lív.

 

- Tað besta við at vera kristin er, at eg veit, um eg ikki vakni upp til dagin í morgin, so er nakað fyri framman. Hetta gevur ein sera stóran frið. Tað at vita, at mín sál er bjargað. 

 

Mynd: Sonja Wang Hansen

 

Hóast vit læra annað í skúlanum, trúgvi eg, at Gud hevur skapt jørðina

Mirjam greiðir frá, at trúgv hennara ikki er treytað av, um fá ella nógv fólk trúgva. Tískil fer hennara trúgv ongantíð í iva orsakað av, at onnur ikki trúgva. Tó heldur Mirjam, at tað til tíðir kann vera trupult, tá tey í skulanum læra, hvussu jørðin er blivin til, og at eingin Gud hevur skapt hana.

 

- Hetta stendur í mótsøgn við tað, ið eg trúgvi. Eg trúgvi, at Skaparin hevur skapt alt, og einki er vorðið til av tilvild. Eisini havi eg virðir, ið fólk hava trupult við at skilja. Fleiri kristin fáa sera nógvan kritikk fyri sínar meiningar, men tað er sera umráðandi at tolsemi er eins stórt frá báðum partum.

 

Les eisini: Fólkakirkjan spælir ein ov stóran leiklut 

 

Eg trúgvi, at kristindómurin fer at standa fastur, líka til Jesus kemur aftur

Mirjam er væl nøgd og gleðist um, at Føroyar, eftir hennara tykki, eru eitt tað mest kristna landið í heiminum. Hon vísir á, at vit hava eitt nú kirkjur og samkomur í næstan hvørjari bygd, og at vit harafturat hava morgunsang í fólkaskúlunum. Tískil metir hon, at kristindómurin hevur tað gott í Føroyum, hóast hann til tíðir fær kritikk og mótstøðu.

 

- Hóast nógva forfylging og morð á tey kristnu, hevur kristindómurin livað tey seinastu árini. Nógv kristin hava verið noydd til at fjalt seg, men hetta hevur ikki gjørt, at kristindómurin og trúgvin á Gud hevur minkað. Eg trúgvi tí, at kristindómurin fer at standa fastur, líka til Jesus kemur aftur.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.