Manglar orgasman?

"I'll have what she's having" - úr filminum 'When Harry Met Sally'
Manglar orgasman?
Les um, hví konufólk ofta hava trupult við at uppnáa kynsligan fulnaða undir samlegu, og hvat mann kann gera við tað.
25.02.2015 - 13:30

Fyri stuttum vísti ein kanning hjá the Journal of Sexual Medicine, at konufólk í føstum parlagi uppnáa kynsligan fulnaða 62.9% prosent av ferðunum, tær hava samlegu, meðan mannfólk fáa avgongu 85.1% av ferðunum.

 

Tó vísti kanningin eisini, at samkynd konufólk oftari uppnáa fulnaða undir samlegu enn hinskynd konufólk, og at hetta allarhelst kemst av, at kvinnur í samkyndum parløgum ofta ikki leggja líka nógvan dent á penetratión.

 

Sambært kynslívsfrøðinginum, Pepper Schwartz, eru kvinnuligu kynsgøgnini ikki gjørd til at uppnáa fulnaða einans gjøgnum penetratión. “Flestu nervarnar sita í klitoris og fáar sita langt inni í skeiðini,” sigur Schwartz.

 

“Tí er týdningarmikið fyri kvinnur at kenna sín kropp og at vita, hvat tendrar seg. Er klitoris lykilin til tína orgasmu, ber til at stimbra hana við fingrunum ella einum vibratori undir sjálvari samleguni.”

Eisini leggur Schwartz dent á forspæl: “Bíða við samlegu til tú ert beint við at koma, so er nógv stórri kjansur fyri, at tú kemur undir sjálvari samleguni.”

 

Tó heldur hon tað týdningarmiklasta vera, at vit broyta almenna hugburðin til kvinnuligu orgasmuna. “Tað er eingin orsøk til, at nøkur kvinna skal halda, at hennara orgasma ikki er nóg góð, bara tí at ein murtur ikki er í henni, meðan hon kemur."


kelda: Buzzfeed

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.