Savnsmynd
Stuttsøga: Sólarmyrking 2015
Hanus Samró hevur í samband við sólarmyrkingina 2015 skrivað eina stuttsøgu
20.03.2015 - 17:15

Veðrið var ivasamt. Veðurfrøðingar høvdu seinastu tíðina borðreitt við ymiskum veðurfrásøgnum. Norðmaðurin segði frá góðveðri, men danin boðaði mjørka. Men nú var ikki leingi eftir.

Klokkan var 9.40.

 

Omanfyri 10.000 ferðafólk høvdu leitað sær til Føroyar. Havnin var á tremur við ferðamannaskipum, meðan eini 20 flogfør við hundraðtals ferðafólkum flugu omanfyri oyggjarnar. Gistingarhúsini vóru fullbookaði fyri nógvum árum síðan, nú sjáldsama natúrfyribrigdið sólarmyrking legðist yvir oyggjarnar. Saman við nógvu ferðafólkunum vóru tíggjutals ferðalið av journalistum. Altjóða tíðindastovur sum CNN, BBC, Association Press, Reuters, New York Times v.m. Myndirnar vórðu varpaðar út í allan heim. Hundraðtals milliónir av fólkum sótu frammanfyri sjónvarpsskíggjunum og hildu ondini. Nú skuldi slagið standa. Veðrið var misjavnt. Ta einu løtuna sást sólin, næstu sekundin var hon horvin.

 

Klokkan var 9.40.

 

Ein ørgrynna av menniskjum var savnað niðri í Hoyvík. Stóðu á bønum og bíðaðu. Bønaðu.

Góði elskaði Guð, kanst tú ikki lata sólina koma undan. Bara eina lítla løtu. Eg skal ongantíð synda aftur. Um tú bara letur hana skína í gjøgnum hasar tveirogeinhálvu minuttirnar, sum sólarmyrkingin varar, skal eg víga mítt lív til tín.

 

Nú byrjaði at skýma. Skíggini gjørdust gráari. Havið myrkari. Tað kendist, sum onkur stóð við kontaktina og dempaði ljósið. Tað gjørdist alsamt dimmari.

 

Nógvu fólkini stóðu við sínum snildtelefonum og stóru myndatólum. Løtan skuldi myndast. Tað var púra kvirt. Eingin fuglasangur. Eingir bilar. Hetta var ein intim og sjáldsom løta.

 

Tummas stóð einsamallur á bønum. Hann búði í reyðu húsunum í gomlu Hoyvík. Hann átti onga familju. Eingi børn. Hann helt seg eitt sindur frá fjøldini. Hann mintist sólarmyrkingina í 1954. Tá gjørdu fjølmiðlarnir eitt sindur burturúr, men tað kundi als ikki samanberast við hetta. Her var alt á gosi. Hvør Hanus og Janus tosaði um sólarmyrkingina. Lærarar og námsfrøðingar høvdu seinastu tíðina víst sína misnøgd. Teir mettu tað vera ábyrgdarleyst at hava so nógv børn um hendur, meðan sólarmyrkingin var. Geislarnir vóru so vandamiklir. Hóast almenni myndugleikin hevði gjørt nógv burturúr at kunna fjøldina um vandarnar við at hyggja í sólina uttan verndarbrillur, stúrdu lærarar og námsfrøðingar fyri, tí børnini vóru so mikið smá og óhjálpsom, at stórur vandi var fyri, at børnini tóku verndarbrillurnar av og hugdu inn í sólina. Stórur skaði kundi standast av tí. Í ringasta føri kundi sjónin hvørva. Men løtan, sum túsundtals av føroyingum og útlendingum høvdu glett seg til, var komin. Nú kundi veðurfrásagnir vera veðurfrásagnir. Nú vendist ikki aftur.

 

Klokkan var 09.41.

 

Tummast hevði sett oyrasnigilin í fartelefonina, meðan hann stroymaði beinleiðis útvarpið. Tey vistu at siga, at sólin sást týðuliga í Fámjin og Hvannasundi. Sama var galdandi í Sandavági. Fólk sendu sms og myndir.

Tummas hugdi upp. Tað var myrkt úti. Sum eitt gott summarkvøld. Ikki niða. Men dimmlitt. Skýggini hingu framvegis tungt yvir Hoyvík. Nógvu fólkini hildu ondini. Bíðaðu við spenningi. Úti í Nolsoyarfirði sóu tey, hvussu geislarnir komu undan. Hvussu sólstrálurnar nærkaðust. Stríddust.

 

Klokkan var 09.42. Nú var bert ein minuttur eftir til fullu sólarmyrkingina.

 

Tummas vendi sær. Burtur úr skíggjunum sást ein lítil skái. Hann var ikki stórur, men hann var har. Og hann hevði beina kós móti sólini. Sólarmyrkingini.

- Kom nú, segði hann, góði kanst tú ikki gera tað fyri mína skyld? Eg eri ein gamal maður. Eg havi ikki upplivað nógv, men eg vil fegin uppliva hetta, áðrenn eg doyggi.

- Hygga har, babba, hoyrdist langt burturi. Vit fara at klára tað. Vit fara at klára tað.

Tummas leitaði eftir røddini. Ein lítil genta, ið helt í hondini á pápanum, peikaði móti skýggjunum.

Tummas fylgdi peikifingrinum.

Jú mín sann, millum gráu og tungu skýggini sóust síðstu sólstrálurnar. Hetta var tað, sum øll tosaðu um. Hetta var løtan. Tummas tók verndarbrillurnar, ið lógu í vinstralumma. Setti tær á nøsina. Í byrjanini gjørdist alt svart. Hann sá einki. Burtur úr niðuni sást ein lítil glæma. Ein lítil glotti. Mánin hevði tikið seg fram og gloypt sólini. Seinastu strálurnar stríddu seg fram við mánanum. Tað var ónatúrliga vakurt.

Nú skilti hann, hví fólk brúktu so nógva tíð og orku at jagstra sólarmyrkingina. Hetta var fasinerandi. Síðstu geislarnir slóknaðu. Nú stóð mánin fyri sólini. Hóast sólin var 400 ferðir størri enn mánin var fríggjadagur 20. mars 2015 eitt undantak. Á hesum sjáldsama degi var mánin 400 ferðir nærri jørðini enn sólin, og tí fylti mánin 400 ferðir so nógv sum sólin. Næstu ferð natúrfyribrgdið sást aftur í Føroyum var í 2245 - tá liggja øll við mold á múla.

 

Tummas nýtti løtuna. Nýtti friðin. Hann hevði altíð verið hugtikin av náttúruni. Hvussu hon bar seg at. Hvussu hon uppførdi seg. Men hetta var tað løgnasta, ið hann hevði sæð. Eitt var sólarmyrkingin, ið var vøkur, men tað var ótrúligt, hvussu skjótt myrkrið legðist yvir víkina. Eftir fáum minuttum fór høvuðsstaðurin frá degi til nátt. Frá ljósi til myrkur. Tað var ikki sørt hugvekjandi. Sambært søgnunum um sólarmyrkingina fóru hønurnar tuskandi inn í høsnarhúsið, meðan fuglarnir settu seg. Hvørt tað var rætt ella ikki, visti hann ikki, men tað skuldi hann skjótt fáa greiðu á. Nakrir fuglaserfrøðingar høvdu sett myndatól upp, sum høvdu til endamáls at fylgja hønunum undir hendingini. Tað boðaði tíðindini frá kvøldið fyri. Men hetta var ikki løtan at hugleiða um slíkt. Nú ráddi um at njóta løtuna. Friðin. Við høgru hond leitaði hann niður í buksulumman, har snildfonin var. Við kvikari handavending sløkti hann útvarpið. Saman við fjøldini stoð hann og eygleiddi sólamyrkingina.

 

Stóra eldkúlan, ið helt lív í heiminum, var burtur í tveirogeinhálvan minutt. 150 sekund. Men tað var tað. Mánin megnaði ikki at halda sólini burtur. Hon bardi seg víðari. Eins og menniskjan. Fyrstu sólstrálurnar dagaðu undan. Tað var lívsjáttandi, hvussu skjótt ljósið vann á myrkrinum. Skjótt legðist myrkrið yvir landið, men enn skjótari vann ljósið aftur myrkrinum. Tað gingu bert nøkur heilt fá sekund, áðrenn býurin fór frá dimmi til lýsing. Heilt fá sekund. Gloppið, sum sólin skein ígjøgnum, hvarv. Skíggini kvaldu sólina aftur. Men nú var ljóst.

 

Klokkan var 09.49.

 

Tað hevði annars verið ein harður og harðbælin vetur við nógvum vindi og ringum veðri, men nú var tíðin so mikið frá liðin, at ljóst var aftur um morgnarnar. Tað var tað nú. Nú var tað ringasta burtur. Mánin fylti framvegis meginpartin av sólini, men hon var tó so mikið sterk, at tað gjørdi ikki mun.

 

Tí tók Tummas brillurnar av.

 

Eyguni skuldi brúka nøkur sekund til at venja seg við ljósið. Hann blunkaði nakrar ferðir. Turkaði eyguni. Hetta var fantastiskt. Hetta var tað besta, ið kundi henda. Omanfyri 10.000 ferðafólk og tíggjutals ferðalið av journalistum. Tey fingu tað, sum tey guldu fyri. Nú ráddi um at selja søguna. At marknaðarføra Føroyar. Hetta var, sum maðurin segði, prikkurin yvir iið. Løgtingið og landsstýrið høvdu játtað fleiri pengar til Visit Faroe Islands, ið hevði til endamáls at marknaðarføra Føroyar. Sambært nýggja stjóranum skuldi ferðavinnan geva meir enn 1 milliard kr. í 2020. Ikki hissini mál. Soleiðis sum veðrið hevði skikka sær, var tað í hvussu so er ikki tað, sum Visit Faroe Islands kundi umbera seg við, um so var, at tey ikki rukku málinum. Vakrari kundi tað ikki gerast. Nú ráddi um at gagnnýta løtuna.

Eyguni høvdu lagað seg eftir ljósinum. Nú sá hann aftur. Ferðafólkini fóru frá Birgistanga niðan aftur í túnið. Lítla gentan stóð framvegis undir liðini á pápanum. Tey vóru ikki liðug.

Nakrar fáar metrar frá Tummasi stóð ein maður og lenaði seg móti hegninum. Hann var í svørtum regnbuksum og svørtum regnjakka. Hettan var spent fast um knokkin. Myndatólið hekk um hálsin. Tað sá út, sum maðurin stóð og svav.

Sjónin var heldur margháttlig. Hann flutti seg ikki. Tað kundi ikki vera rætt, hugsaði Tummas. So hann gekk í móti manninum. Spakuliga. Men maðurin rørdi seg ikki.

- Halló, rópti Tummas.

Einki svar.

- Nú hann sjálvur, ert tú troyttur?

Sama skil.

Kanska skilur hann ikki føroyskt, hugsaði Tummas.

- Do you speak english?

 

Eitt lítið lot kom yvir Hoyvík. Myndatólið dandaði aftur og fram. Maðurin rørdi seg ikki. Hann kann hava fingið ildbefinnelse. Vera svímaður.

Tankarnir órógvaðu. Tummas setti ferðina upp. Um so var, at maðurin hevði fingið eitt hvørt, hevði hann telefonina klára.

Sólin kom undan aftur. Hon bakaði niður. Síðstu skýggini vóru farin suðurum, og nú var av allarbesta veðri. Bøurin sást aftur. Grasið kom undan.

 

Men tað gjørdi ikki mun. Maðurin rørdi seg ikki. Tummas stóð fimm metrar aftanfyri. Nú sá hann okkurt. Tað tyktist sum bøurin var reyður. Sum hevði maðurin slett reyða máling. Tummas skundaði sær. Fekk fatur á økslini. Rykti í hann. Eingin respons.

- Halló, hevur tú tað gott, spurdi hann?

- Are you all right?

 

So snaraði hann manninum. Tummas gjørdist so skakkaur av sjónini, at hann misti takið. Maðurin í regnklæðunum datt lívleysur á bøin.

Hann ringdi 112.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.