Móðurmálið - kennir tú søguna?

Móðurmálið - kennir tú søguna?
Vit hava øll hoyrt um V.U. Hammershaimb, Dr. Jakobsen og málstríð, men kennir tú søguna?
25.03.2015 - 00:45

Vit hoyra mangan, at V.U. Hammershaimb er faðirin at føroyska skriftmálinum, men veitst tú hví?

 

 

Vencelaus Ulrichus Hammershaimb (1819-1909) fór til Keypmannahavnar at lesa í 1830’unum. Har las hann saman við øðrum mentaðum fólki, ið vóru ávirkað av romantiska rákinum. Eitt eyðkenni við romantikkini var, at mann m.a. dyrkaði tað gamla. Somuleiðis var við móðurmálinum, sum at kalla var heilagt. Tess fornari málið var, tess hægri varð tað mett. Við hesi fatan leitaði Hammershaimb sær íblástur til føroyska skriftmálið í fornnorrøna málinum.

 

Skriftmálið á fyrsta sinni

Í 1841 var Hammershaimb í Føroyum, har hann savnaði fólkaminni úr ymsum bygdum. Í 1846 vóru nakrar av søgunum prentaðar í donskum tíðarriti. Søgurnar vóru tó prentaðar á føroyskum eftir stavsetingini hjá Hammershaimb. Við hesum tekstunum er føroyskt skriftmál lagt í eina fasta legu, sum vit – burtursæð frá nøkrum fáum broytingum – hava hildið okkum til fram til í dag.

 

Eftir hetta savnaði Hammershaimb fleiri sagnir, ævintýr, kvæðir og annað saman, sum hann gav út á føroyskum.

 

Í 1854 skrivaði Hammershaimb eina mállæru við støði í hansara egna uppskoti um føroyskt skriftmál.

 

Dr. Jakobsen við nýggjum uppskoti

Øll vóru kortini ikki so fegin um skriftmálið hjá Hammershaimb. Tað var ov torført at læra, og tey vildu hava tað at líkjast framburðinum. Seinast í 19. øld var ljóðfrøðin væl umtókt í Norðurlondum. Jakob Jakobsen (1864-1918) var eisini hugtikin av ljóðfrøðini. Í 1889 kom Dr. Jakobsen við uppkoti um nýtt skriftmál, sum skuldi liggja nærri at talumálinum.

 

Í 1888 var tiltikni jólafundurin hildin í tinghúsinum, har føroyingar tóku stig til at “verja Føroya mál og Føroya siðir”. Stutt eftir jólafundin varð føroyingafelag stovnað. Føroyingafelagið byrjaði longu í 1890 at geva blaðið Føringatíðindi út. Her byrjaði veruliga málstríðið, tí ósemja var um, hvat skriftmál blaðið skuldi brúka. Summi vildu hava stavsetingina hjá Hammershaimb, meðan onnur vildu hava stavsetingina hjá Dr. Jakobsen.

 

Loysn á málstríð

Í 1893 var ein sjeymannanevnd sett, sum skuldi avgera, hvat skriftmál skuldi brúkast. Úrslitið hjá nevndini bleiv sonevnda broytingin, sum varð løgd fram í 1895. Skriftmálið hjá Hammershaimb bleiv viðtikið, men nakrar broytingar vórðu gjørdar. Skriftmálið hjá Dr. Jakobsen varð vrakað.

 

Hóast broytingaruppskotið líktiskt mest uppskotinum hjá Hammershaimb, so vildu trúgvastu Hammershaimb-viðhaldsmenninir ikki góðtaka tað. Teir vildu als ikki góðtaka nakra broyting. Eftir broytingaruppskotið var viðtikið, brúkti Dr. Jakobsen harafturímóti bara nýggju stavsetingina í øllum sínum ritverkum.

 

Les eisini: Í dag er móðurmálsdagur

 

 

Almennur móðurmálsdagur í Føroyum er á mariumessu, 25. mars, á føðingardegi V.U. Hammershaimbs.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.